Grand Canyon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
USA 09847 Grand Canyon Luca Galuzzi 2007.jpg

Grand Canyon liggur í eini oyðimørk í Norðurarizona í USA. Hon er ein ógvuliga stór og djúp gjógv, ið hevur nógv grótløg. Einaferð í fyrndini hava rembingar í jarðarskorpuni trýst hesi grótløgini uppeftir. Grand Canyon gjógvin er nú í støðum 1,6 km djúp. Coloradoá rennur í botninum á gjónni. Í gjáarvegginum síggjast fleiri ymisk løg av gróti.