John McCain

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
John McCain og Sarah Palin í Virginia í 2008.

John Sidney McCain III (f. 29. august 1936 í Panama) er senatorur í Arizona. Hann stillaði upp, sum forsetavalevni, ímóti Barack Hussein Obama (D) í 2008. Hann er eisini senatorur í Arizona. Sarah Palin var varaforsetavalevni hjá John McCain, tá hann í 2008 var forsetavalevni hjá Republikanarunum.

Bæði dóttur hansara, Meghan McCain, og kona hansara, Cindy McCain, hava boðað amerikanska fólkinum frá at tær eru fyri at samkynd kunnu giftast. McCain sjálvur vil kortini enn vera við, at hann bara heldur, at kvinna og maður kunnu giftast við hvør øðrum. John McCain var ein av teimum, sum syrgdu fyri, at samkynd fólk ikki kunnu giftast í Arizona, og McCain familjan er ein hin best kenda republikanska familjan í Arizona.