Sarah Palin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sarah Palin
SarahPalinElon.jpg
Føddur 11. februar 1964
Flag hjá Idaho Sandpoint, Idaho
Flag of the United States USA
Útbúgving Kommunikatión
Stjórnmálafrøði
Yrki Politikar (R)
Trúgv Kristin

Sarah Louise Palin (11. februar 1964 í Sandpoint, Idaho) var guvernørur í Alaska í USA. Hon hevur verið varaforsetaevni hjá republikanska forsetavalevninum John McCain. Palin bleiv føddur í Idaho, men vaks upp í Alaska [1]. Palin útihýsur ikki, at hon fer at stilla upp til forseta valið í 2012, sum mótvalevnið hjá Barack Obama [2]. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni [3], sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki.

Sarah Palin hevur av fyrstani tíð verið ein persónur, ið fólk antin elska ella hata. Serstakliga høgravend, byrsuskjótandi og sterkt ímóti fosturtøku og líknandi etiskum málum. Nú tá hon leggur frá sær, er hon blivin meira kontroversiel enn nakrantíð. Antin er tað gott, at hon leggur frá sær, tí at fjølmiðlarnir gera, at hon ikki fær arbeitt. Ella eisini er tað vánaligt av henni, at hon rennur undan ábyrgd, nú tá tað sær myrkt út fíggjarliga. Harafturat er Palin í seinastuni ákærd fyri, at bera seg skeivt at í fleiri førum, og misbrúkt valdið, sum hon hevur sum guvernørur - tó at hon og viðhaldsfólk hennara siga, at hetta er ein veruleikafjar forfylging av henni.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Guvernørur

Sarah er tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Alaska [4]. Hon er 46 ára gomul, og hon hevur verið guvernørur í Alaska í 5 ár. Sarah skrivaði amerikanska søgu, tá hon 4. desember í 2006 varð vald til ellivta guvenørin í statinum Alaska. Ikki bara er hon fyrsta kvinnan í tí starvinum, hon er eisini yngsta fólk, sum er vald í starvið. Sarah Palin hevur sum guvenørur lagt dent á útbúgving, heilsumál, trygd og undirstøðukervi. Hon er hart í móti fosturtøku [5], hon vil ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon er limur í NRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at bera skotvápn [6].

Fyrrverandi varaforsetaevni og guvernørurin í Alaska, Sarah Palin, boðaði 3. juli 2009, at hon ætlar at leggja frá sær sum guvernørur í Alaska. Palin leggur frá sær 26. juli 2009, og tá tekur varamaður hennara, Sean Parnell, við sum guvernørur. Palin hevur ikki sagt nakað um, hví hon ætlar at leggja frá sær. Summir eygleiðarar gita, at hon leggur frá sær, so at hon kann berjast fyri at blíva forseti í 2012. At leggja frá sær skuldi hjálpt, av tí at hon so fær betri tíð til fjølmiðlar og bøkur, meðan tað hinvegin kann vera skaðiligt, av tí at hon tykist blaka ábyrgd frá sær. Aðrir eygleiðarar gita, at hon ætlar sær úr politikki, av tí at hon ikki maktar áhaldandi álopini, krøvini um at vera ein konservativ ímynd, ferðast kring landið, vera mamma og guvernørur í Alaska.

[rætta] Gallup

Veljarakanningar í Alaska vilja vera við, at Palin var serstakliga væl dámd áðrenn hon bleiv varaforsetaevni, tá eini 93 % av íbúgvunum í Alaska stuðlaðu henni [7]. Nýggjar kanningar vísa tó, at stuðulin er fallin niður á 54 % [8]. Palin boðaði frá, at hon helt tað var skeivt av henni, at halda áfram sum guvernørur í Alaska, av tí at hon ikki stillar uppaftur í ár 2010.

Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at Palin er verri dámd enn nakrantíð, og framvegis spjaðir amerikanska fólkið. 53 % dáma ikki Palin, 40 % dáma hana, meðan 70 % av republikanarunum dáma hana.

[rætta] Forsetavalið 2012

Sarah Palin, 4. mai 2010 í New York City.

Sarah Palin var varaforsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men hon vil ikki siga, um hon fer at stilla upp sum forsetavalevni í 2012. Gitingar hava leingi verið um, at hon ætlar at stilla upp til amerikanska forsetavalið fyri Republikanararnar í 2012 [9].

Palin er ikki so væl lídd millum sínar republikansku veljarar sum Barack Obama er tað millum sínar demokratisku veljarar. Einans 49 pst. av republikanum vilja hava hana at stilla upp til forsetavalið í USA í 2012. Obama fær sløk 78 pst. í stuðuli frá sínum veljarum at stilla uppaftur til næsta forsetaval.

Sjálvt um Sarah Palin fær nógv meiri sjónvarpstíð og fleiri blaðteigar enn onnur møgulig republikansk forsetavalevni í USA, vísa nýggjar veljarakanningar, at umdømi hennara er fallandi í 2010. Síðan hon tapti forsetavalið fyri tveimum árum síðan sum varaforsetaevni hjá John McCain, er veljaraundirtøka hennara minkað 18 pst. Í dag vísa einans 49 pst. av republikansku veljarunum á Saru Palin sum forsetavalevni hjá Republikanunum í 2012.

Tríggir aðrir republikanar, ið verða roknaðir sum møgulig valevni á forsetavalinum 2012, hava í størri mun vunnið álit millum veljararnar, vísir veljarakanning hjá sjónvarpsstøðini CNN. Talan er um Mike Huckabee, Mitt Romney og Newt Gingrich, sum kunnu rokna við stuðuli frá ávikavist 59 pst. og 54 pst. av republikansku veljarunum [10]. Kanningin gav veljarum høvi at vísa á meira enn eitt valevni, ið teir kundu hugsað sær at valt til forseta.

"Eg havi onga støðu tikið til, um eg fari at stilla upp til forsetavalið, og tað haldi eg heldur ikki, at onnur møgulig forsetavalevni hava. Tað er ov tíðliga at koma út við nakrari niðurstøðu", sigur Palin. Hon heldur, at fyri seg er tað týdningarmikið at tosa væl og virðiliga um hetta við familjuna. "Er tað soleiðis, at valevni stilla upp, sum hava tey røttu og veruliga konservativu virðini, og hesi ella onkur teirra vil hava meg at stuðla seg, so geri eg tað. Men um onki annað valevni við røttu konservativu virðunum stillar upp, so kann tað væl henda, at eg geri tað", sigur Palin.

[rætta] Keldur

  1. http://www.snl.no/Sarah_Louise_Palin
  2. http://www.foxnews.com/politics/2010/02/07/palin-willing-obama/
  3. http://www.washingtontimes.com/news/2010/oct/26/tea-party-activists-look-for-key-voice/
  4. http://abcnews.go.com/Politics/Vote2008/story?id=5684098&page=1
  5. http://abcnews.go.com/Politics/Vote2008/story?id=5795641&page=7
  6. http://www.guardian.co.uk/world/2008/aug/30/johnmccain.palin2
  7. http://www.usatoday.com/news/politics/2007-06-21-state-bipartisanship_N.htm
  8. http://www.miamiherald.com/2009/05/06/1035915/new-poll-shows-slump-in-palins.html
  9. http://abcnews.go.com/Politics/sarah-palin-thinking-running-president-tells-barbara-walters/story?id=12170631
  10. http://politicalticker.blogs.cnn.com/2010/12/28/cnn-2012-poll-obama-palin-going-in-different-directions/
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál