Kjak:USA

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tina K. Jakobsen 11. jul 2008 kl. 14:47 (UTC)Er tað ikki ein spurningur um subjektiva meining tá mann skrivar at USA er heimsins fremsta land? Tað mátti verið nokk at skrivað heimsins máttmiklasta og ríkasta vildi eg hildið. Haraftur má henda greinin rættlesast og rættast viðv. orðingum og tílíkum. T.d. orðið disktrikt - er ikki eitt føroyskt orð og kann t.d. umsetast við 'øki'.[reply]

Navnið[rætta wikitekst]

Eg fekk ikki vendingina Sambandsríki Amerika til at samsvara við føroyska grammatikk (Sambandsríki eri EINTAL), so eg havi kannað orðabøkurnar, og tær umseta United States til Sambandsríkini Amerika (FLEIRTAL) sum eisini ljóðar meira logiskt í mínum oyrum. So eg havi rættað Sambandsríki Amerika til Sambandsríkini Amerika. Og so má tað eisini rættast aðrastaðni har tað er skrivað í eintali.

Tofts 13. mai 2011

"Sambandsríkini" er kanska ikki heilt logiskt. Málnevndin skrivar Sambandsríki; sí hetta. Sambandsríki er ikki "constituting stat", men "union":
sambandsríki h 25 (stjm.) ríki samansett av fleiri ríkjum (sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum); sbr. samveldi
skrivar Orðabókagrunnurin. "Sambandsríkini Amerika" er "The Unions of America", ikki "The United States of America", trúgvi eg. Jörgen B 14. mai 2011 kl. 10:22 (UTC)[reply]

Hasi nøvnini eru gjørd av málfrøðingum ið hava lisið norrønt, teir elska at brúka gamla norrøna grammatikk ið ikki finst í nútíðar føroyskum. Ett dømi er "Indiahav". Ongin føroyingur vildi sagt "Indiahav" tí hatta samsvarar ikki við nútíðar føroyska grammatikk, allir føroyingar vildu sagt "Indiska havið". Legg til merkis munin á "Indiahav" (ÓBUNDIÐ) og "Indiska havið" (BUNDIÐ); har er munurin. Í nútíðar føroyskum blívur tað altíð bundið; somuleiðis vildu allir føroyinar sagt "KyrrahaviIÐ", ongin vildi sagt "Kyrrahav". Har er trupulleikin, málfrøðingar vilja hava eina horvna grammatikk innaftur í føroyskt. Í mong ár var hetta trendurin, men nú eru orðbókahøvundar farnir at hyggja meir eftir tí faktuella talaða málinum, tí hevur t.d. tann nýggjasta Ensk-Føroyska orðabókin "SambandsríkiNI" í tráð við nútíðar føroyskt.

LOYSN: Lat okkum gera sum EG havi valt at gera tá eg skrivi greinar, vit hava BÆÐI gamla norrøna og nýggjari føroyska formin við (ref. leyva, ljón ella løva etc.), so eg skjóti upp at vit hava USA sum yvirskrift og skriva: "Sambandsríki Amerika ella Sambandsríkini amerika ...", problemið loyst ;)

Tofts 21. mai 2011

Så langt har jeg aldri sett USA bli skrevet som Sambandsríkini Amerika noengang, men har over 5 bøker som refererer til USA som Sambandsríki Amerika (som forsåvidt også Føroysk-norsk orðabók + Føroysk Orðabók bruker). Niceley 21. mai 2011 kl. 23:18 (UTC)[reply]

Well, sum føroyingur havi eg ongantíð hoyrt, hvørki "Sambandsríki Amerika" ella "Sambandsríkini Amerika" brúkt, ikki eina ferð. Hatta navnið eksisterar slett ikki í føroyskum talumáli yvirhøvur, har eitur tað bara USA ella Amerika. Sum eg segði, málfrøðingar smíða orð, og seta tey inn í orðabøkur, summi blíva ongantíð brúkt. Eg haldi vit skulu bara skriva bæði, so er problemið loyst.

OK eg havi rættað tað aftur til "Sambandsríki Amerika" og koyrt "SambandsríkiNI Amerika" í parantes.

Tofts 21. mai 2011

Jeg forstår det og det ser bra ut at det også er nevnt. Har også nevnt Sameindu Statirnir Í Amerika, som jeg også har sett på færøysk før. Niceley 22. mai 2011 kl. 00:14 (UTC)[reply]
Hóast bundin formur av "(eitt) sambandsríki" er sambandsríkið, ikki sambandsríkini, trúgvi eg... "USA is one union (eitt sambandsríki), not many unions!" Jörgen B 26. mai 2011 kl. 21:02 (UTC)[reply]
Hmm etter og ha sett litt nærmere på det, ser det ut til at du har rett Jörgen B. "SambandsríkiNI Amerika" betyr at det er flere unioner, ett sambandsríki - én union. Niceley 30. mai 2011 kl. 02:43 (UTC)[reply]