Hornabóltur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum.

Hornabóltur, á donskum og fleiri øðrum málum verður Baseball brúkt, er tjóðarítrótt USA.

Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í New Jersey í 1846. Fyrsta landskappingin var í 1876, og nú á døgum er hornabóltur næstbest umtókta ítróttargrein í USA, beint aftanfyri amerikanskan fótbólt. Siður er, at forsetin kastar fyrsta bóltin, tá ið landskappingin (Major League Baseball) í hornabólti byrjar.