Djóralívið í USA

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Djóralívið í USA er bæði áhugavert og sermerkt. Har eru til dømis búffil, úlvur og kongaørn.

Stórir partar av vakrastu og stórslignastu náttúruni í USA eru varðveittir. Í USA eru fleiri enn 6 770 (í 2011) tjóðgarðar ella friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 2 607 131 km2 til støddar [1]. Uppi í hesum eru t.d. Everglades National Park í Florida og Grand Canyon National Park í Arizona. Fyrsti tjóðargarðurin var Yellowstone National Park í Wyoming, hann varð latin upp í 1872.

Vesturríkini[rætta | rætta wikitekst]

Í Nevada eru 23 ymisk sløg av sporðdrekum [2].
Um heystið tekur grizzlybjørnin laks, sum kemur niðan í áirnar at gyta. Myndin er tikin í Alaska.

Ómildar og turrar oyðimerkur, til dømis Death Valley, eru í útsynningspartinum. Eins og flestu plantuátarar í oyðimørkum, heldur lagdhalakanin til í urðum ella í nánd av runnum, so hon skjótt fær leitað sær skjól, er vandi á ferð. Stutti halin líkist hvítum ullarlagdi.

Helsuteðlan etur aðrar eðlur og skordjór. Hon verður í mesta lagi hálvan metur long. Stórur súlnakaktus veksur mest í Arizona. Hann veksur seint, og kann gerast 14 m høgur. Tær hvítu blómurnar draga ymisk skordjór at sær, til dømis svalufirvald. Helsioydlan, sum livir í oyðimørkunum í útsynningspartinum í USA, krógvar seg undir steinum um náttina og kemur fram um morgunin at verma seg í sólini.

Nógv oyðimarkardjór sova alla ta turru, heitu árstíðina, so tey kornast undan tí ovurhonds hitanum. Hetta nevnist summardvali. Nógv djór, til dømis froskar, eðlur, skordjór og sniglar, liggja í summardvala í oyðimørkini í USA. Áðrenn sniglar fara í summardvala, leggja teir slím fyri gágguna, slímið harðnar í sólini.

Amerikanska puman er av kattaættini. Puman trívist í tjúkkum skógi eins væl og í hálvgum oyðimørk. Kalldjórið kann vera 1,8 m langt og viga eini 100 kg. Helst um náttina reikar puman um á veiðiferð. Djórini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nú hara, rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, tí hon av og á tók djór frá bondunum.

Skógarbjørnin í USA verður eisini nevnd grizzlybjørn ella kodiakbjørn. Grizzlybjørnin livir í til dømis Alaska, Montana og Washington. Hon etur nógv ymist, til dømis plantusprotar um várið og fruktir um heystið, men eisini djór og hunang. Kvenndjórið leggur tveir ella tríggjar ungar í vetrarhíðnum. Einasti fíggindi hjá stóru grizzlybjørnini er menniskjan.

Svartabjørn er vanligari at síggja. Svartabjørn (baribalbjørn) heldur eisini til í skógum og friðaðum økjum í USA. Allar eru ikki svartar, summar eru myrkamorreyðar ella reyðmorreyðar. Svartabjørn dugir væl at klintra í trøum og er kvik á føti, kann renna 40 km um tíman. Í t.d. Montana, Idaho og Oregon heldur svartabjørnin til. Labbarnir eru stórir, breiðir og førligir. Hon hevur stórar kløur.

Í Nevada eru nógv eiturdjór, til dømis slangur og sporðdrekar. Oyðimarkarsporðdrekin tekur skordjór og maðkar, hann tekur tey við klónum. Eiturkrókin brúkar hann mest til verju. Nógv eiturdjór liva í stóru oyðimørkunum inni í statinum.

Alaska[rætta | rætta wikitekst]

Djóralívið í Alaska er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Í Norðuralaska eru arktisku oyggjarnar altíð undir kava og ísi. Reindjór skava í kavanum eftir skón og mosa. Elgurin heldur til í stórum skógum í Suðuralaska. Um summarið, tá ið ísurin tánar á vøtnum og í áum, fer elgurin úti at eta vatnplantur. Um veturin etur hann knubbar og smáar greinar á trøum og runnum. Elgur reikar helst einsamallur, tó ikki í brundtíðini.

Fleiri enn 25 000 krabbasløg eru í Alaska [3].

Miðríkini[rætta | rætta wikitekst]

Preriuhundar og jarðíkornar liva t.d. í Nebraska.
Neyt eru ein tann fjølmentasti alidjórabólkurin í Texas.

Heimsins størstu grasfløtur eru preriurnar í Dakota, Iowa, Kansas, Nebraska og Oklahoma. Á grasfløtunum halda nógv djórasløg til. Ongsprettur, termittir og meyrur, ið fjala seg í grasinum, eru góð føði til dømis hjá meyruátarum og beltisdjórum. Gnagdjór grava holur á øllum grasfløtum.

Meginparturin av teim stóru grasfløtunum, preriunum, sum vóru í Miðvestri í USA, eru nú lagdar undir plógv. Tó hava fleiri djórasløg staðið seg, helst gnagarar, til dømis jarðaríkornin. Djórini grava longur holur í jørðini og loysa moldina, so væta og føðsluevni seta ígjøgnum hana. Jarðaríkornin heldur saman í smáum flokkum. Slættahundar verða teir eisini nevndir, tí tað letur í teimum, sum tá ið hundahvølpur goyr. Í hvørjum flokki er eittans kalldjór, nøkur kvenndjór og so ungarnir. Flokkarnir eru so aftur skipaðir í heilt stórar flokkar. Undir svørðinum á lendi, ið er kanska 40 ha til støddar, kunnu á allari støddina vera samfestar, íbundnar holur, har jarðaríkornin heldur til í hundraðtali.

Amerikanski preriuúlvurin er í ætt við sjakal, úlv og taman hund. Sum flestu hundar gongur úlvatíkin í 9 vikur og leggur einar fimm hvølpar. Teir súgva tíkina fyrstu sjey vikurnar, men bara fýra vikur gamlir eta teir eisini hálvsodnaða føði, sum foreldrini klíggja upp aftur til teirra. Preriuúlvurin og tíkin halda saman alt lívið og liva saman við hvølpunum í ættflokkum. Preriuúlvstíkin leggur vanliga eina ferð um árið.

Í teimum ógvuliga stóru nálaskógunum norðanfyri er summarið stutt og veturin langur og kaldur. Um heystið legst bjørnin í híð, og har verður hon liggjandi, til lýðkan kemur várið eftir. Summi djór hava drigið sær mat saman, sum tey eta um veturin. Flytifuglurin fer suðureftir. Reindjór og elgur søkja sær lívd í skógunum og skava í kavanum eftir skón og mosa, meðan tey vara seg fyri úlvinum. Um várið kemur flytifuglurin aftur, firvaldarnir flákra ímillum greinarnar, og hjørturin bítur nýsprotnu nálirnar av trøunum.

Preriuuglan er vanlig allan vegin norðan av grasfløtunum í USA og suður á grasfløturnar. Ofta ger hon sær reiður í holum, sum viskakur eru rýmdar úr. Preriuuglan tekur skordjór, læming, kanin, dunnu, mýs, fugl, eðlu, slangu og ongsprettu. Steggin er vanliga hvítur ella sjómutur. Bøgan er størri og meira ríput. Hetta slagið er í skógunum í t.d. Michigan, Wisconsin og Dakota.

Neyt - búflar, oksar, kýr - eru ein tann fjølmentasti alidjórabólkurin í t.d. Texas. Fyrr vórðu neytini mest spent fyri amboð, men nú verða tey mest ald fyri kjøtið og mjólkina.

Eysturríkini[rætta | rætta wikitekst]

Amerikanskur alligatorur, sum kann vera um 6 m langur, er í vøtnum og áum. Myndin er tikin tætt við Everglades í Florida.

Tað eru 18 sløg av hálvbjarnum, m.a. tváttarbjørn. Øll sløgini eru í USA. Tær eru skjótar og fimar og mest frammi um náttina. Tá leita tær í ruskdungum eftir føði, taka grøði av bóndagørðum og smáfenað.

Norðuramerikanskt puntsvín etur børk og nálir av barviði. Puntsvínið dugir væl at kliva í trøunum. Um summarið er tað heldur niðri á sløttunum og etur plantuleggir, fruktir og fræ. Longu tindarnir á bakinum verja væl. Tó at puntsvín líkist vanliga tindasvíninum, eru djórini bæði ikki í ætt.

Nú er stórur partur av skóginum høgdur, men enn eru bjørn, úlvur og geypa í hesum fyrndarskógi. Stinkdjór (skunkar) halda til í skógum í USA. 13 stinkdjórasløg eru. Tey eta egg, smádjór og fruktir.

Í vátlendinum í landsynningspartinum í USA eru stórir mýrar, blotar og vøtn. Amerikanski alligatorurin livir í mýrunum og áunum í t.d. Alabama, Louisiana, Georgia og Florida. Hann kann gerast 3,6 m langur. Her er eisini froskar, fiskur, paddur, skjaldbøkur og skriðdjór.

Høsnaslagið reyð rhode island eitur eftir statinum Rhode Island. Tær verpa væl og smakka frálíka væl.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.nps.gov/index.htm
  2. http://www.nevadapca.org/scorpion.html
  3. http://www.afsc.noaa.gov/kodiak/facilities/crablist.pdf