Skordýr
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Skordjór)
| Skordýr | ||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Vísinda flokking | ||||||||||
|
Skordýr eru dýr og hoyra undir liðadýr. Skordýr verða skift sundur í 30 høvuðsbólkar. Klukkurnar eru størsti bólkurin. Sambært skordýraserfrøðingum (entomologum) eru sløgini fleiri enn 300.000. Flestu skordýr hava veingir onkuntíð í lívskringinum. Summi eru tó veingjaleys, t.d. frumskordýrini - diplúrur, fjørutrøll og silvurfiskur. Loppur eru eisini veingjaleysar. Tær hava mist veingirnar, sum tær eru mentar.
Tað eru nøkur felags eyðkenni fyri skordýr.
- Skordýr hava beinagrind uttaná.
- Hjá vaksnum skordýrum er kroppurin býttur í trýggjar partar: høvd, framkroppur og afturkroppur.
- Tað vaksna skordýrið hevur 6 bein.