Mitt Romney

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mitt Romney
Mitt Romney by Gage Skidmore 6.jpg
Føddur 12. mars 1947
Flag hjá Michigan Detroit, Michigan
Flag of the United States Sambandsríki Amerika
Trúgv Mormonur
Flokkur Republikanski Flokkurin
Álitisstørv
2003-2007 Guvernørur í Massachusetts
1984-2002 Leiðari í Bain Capital

Willard Mitt Romney (føddur 12. mars 1947 í Detroit, Michigan) er ein amerikanskur politikari. 28. august 2012 varð Romney formliga útnevndur forsetavaleni hjá republikanarunum í USA. 65 ára gamli Romney er mormonur og kendur handilsmaður. Funnist verður ofta at honum fyri at broyta hugsan í heilum. Hann royndi eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men máti lúta fyri John McCain [1].

Tað var á einum veljarafundi í statinum New Hampshire í juni 2011, at Mitt Romney kunngjørdi, at hann hevur hug at royna at sleppa í Hvítu Húsini í 2012 [2]. Samstundis kom hann við atfinningum móti Barack Obama, forseta og politikki hansara. Eitt nú fanst hann hvassliga at nýskipanini á heilsuøkinum, og hann lovaði at seta hana úr gildi, verður hann valdur til forseta. "Hann hevur ikki fingið gongd á búskapin aftur, hann hevur ikki steðgað vøkstrinum í teirri almennu umsitingini, og hansara uttanríkispolitikkur hevur ikki verið ein eind", segði Mitt Romney um forsetan. Demokratarnir skuldseta Romney fyri hykl. Teir vísa á, at tá Mitt Romney var guvernørur í statinum Massachusetts frá 2003 til 2007, samtykti staturin eina heilsunýskipan, sum er sera lík teirri nýskipanini, sum Obama fekk meiriluta fyri í 2010 [3].

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://archive.is/20120714013719/projects.washingtonpost.com/2008-presidential-candidates/mitt-romney/
  2. http://www.guardian.co.uk/world/richard-adams-blog/2011/jun/02/mitt-romney-presidential-announcement-live
  3. http://abcnews.go.com/blogs/politics/2011/04/mitt-romney-to-obama-on-health-care-reform-why-didnt-you-call-me/