Guantánamo
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við Guantánamo fangalegan. (Kjak) |
Guantánamo er fangalegur á Kuba. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni. Í 2009 lovaði amerikanski forsetin Barack Obama at lata Guantánamo-fangaleguna aftur [1]. Í 2011 boðaði forsetin frá, at hann nú tvørturímóti ætlar at fáa sett í gildi eina skipan, sum ger tað møguligt at hava fangar sitandi í Guantánamo í óavmarkaða tíð [2]. Samstundis hevur amerikanka stjórnin boðað frá, at hon fer at seta fleiri hernðardómstólar - eisini á Guantánamo.
Talan er um fangar, ið verða roknaðir sum hóttan ímóti USA og altjóða trygd, men sum ikki kunnu dømast orsakað av vantandi próvgrundum ella av ófullfíggjaðum avhoyringum.