Heimskreppan 1929

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Heimskreppan)
Wall Street, New York

Eftir fyrra heimsbardaga, var USA ríkasta og sterkasta land í heiminum, og útflutningurin til krígsherjaða Evropa vaks ógvuliga nógv. Skjótt hevði tað ovurframleiðslu við sær, útboðið gjørdist størri enn eftirspurningurin. Útflutningurin minkaði, ídnaðurin avmarkaði framleiðsluna, flutningsfeløgini minkaðu virksemið, og ikki leið long tíð, til fleiri milliónir arbeiðspláss vórðu burtur. Samstundis hildu peningamenn og bankar fram at keypa og selja á virðisbrævamarknaðunum. Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street í New York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum. Úrslitið varð, at fyritøkur, bankar og einstaklingar fóru á heysin. Eftir einum degi feyk alt álit á fíggjarskipanina, og brátt varð allur Vesturheimurin lamdur av álvarsligari búskaparkreppu. Í Evropa royndu stjórnirnar í teimum ymsu londunum at berjast ímóti kreppuni á ymsan hátt. Í Týsklandi hevði kreppan við sær, at Týski búskapurin kláraði seg met illa, hettar skapti stóra misnøgd ímillum týska fólki hettar førdi til at Hitler og nasistaflokkur hansara fingu dygga undirtøku.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið