Grønhøvdaoyggjarnar
|
|||
| Tjóðarslagorð: Unidade, Trabalho, Progresso | |||
| Tjóðsangur: Cântico da Liberdade | |||
| Alment mál | Portugisiskt | ||
| Høvuðsstaður | Praia | ||
| Forseti | Pedro Pires | ||
| Løgmaður | José Maria Neves | ||
| Fullveldi | 5. juli 1975 (frá Portugal) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
4,033 km² 0.0 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
506 000 126/km² |
||
| Gjaldoyra | Cape Verdean escudo (CVE) | ||
| Tíðarøki | UTC -1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .cv | ||
| Telefonkota | +238 |
||
| Spenningur | |||
Grønhøvdaoyggjar (portugisiskt: "Ilhas do Cabo Verde") er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisini Kap Verde Oyggjarnar. Málið er portugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 x Føroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyri Senegal í Afrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størsta Sao Tiago er 1.000 km2 ella tað dupulta av Streymoynni. Fólkatalið er umleið 506.000.
Upprunaliga vóru oyggjarnar eitt portugisiskt hjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í 1975 eins og hini portugisisku hjálondini í Afrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde. Málið tey tosað er kreolskt, ein blandingur av portugisiskum og upprunamáli. Men skriftmálið er portugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt.
| Lond í Afrika |
| Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |