Jump to content

Danmark

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Danmarkar)
Kongeriget Danmark
Kongsríki Danmarkar
Flagg Danmark
(Flagg Danmark)
Skjaldarmerki Danmark
(Skjaldarmerki Danmark)
Tjóðarslagorð: Forbundne, forpligtet, for Kongeriget Danmark
Tjóðsangur: Der er et yndigt land
Alment mál Danskt
Høvuðsstaður Keypmannahavn
Kongur Frederik X
Forsætisráðharri Mette Frederiksen
Fullveldi í forsøguligari tíð
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
43 094 km²
1,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2017
 - tættleiki
 
5,75 milliónir
130/km²
Gjaldoyra Donsk króna (DKK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .dk
Telefonkota +45

Danmark ella Danmørk er eitt land í Skandinavia í Norðurevropa við 5,75 mió. íbúgvum. Danmark verður saman við Grønlandi og Føroyum nevnt Kongsríki Danmarkar. Danmark hevur mark til Týskland í suðri og er umgirt av fleiri høvum: Norðsjógvurin (Vesterhavet), Skagerrak og Kattegat móti vestri, norði og eysti frá Jútlandi, Kattegat og Eystrasalt norðan og sunnanfyri tær donsku oyggjarnar. Danmark er hálvoyggin Jútland og 443 navngivnar oyggjar og hólmar.

Størsti býurin og høvuðsstaðurin er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið, Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum.

Søgulig kort, 1572.
Donsku-norsku hjálondini í 1800.

Fólk hava búð í Danmark í 14,000 ár, síðani síðstu ístíð. Fyrstu fólkini komu sunnanífrá. Hetta vóru veiðifólk, sum eltu reinsdjór. Elstu slóðir eftir landbúnaði í Norðurlondum eru frá uml. 4000 f.Kr., og eru tær funnar í Danmørk. Haðani kom landbúnaðurin til hini Norðurlondini og gjørdist høvuðsvinnan í staðin fyri veiði.

Fyrsti kongurin, teir søgufast vita um ráddi fyri øllum danaveldi, var Gormur gamli um 930. Tá var landið nógv størri enn nú; alt tað sunnasta av Svøríki harafturat alt Suðurjútland var danskt land. Longu tíðliga í miðøldini fóru týskarar at troðka seg norður eftir, og so við og við fingu teir alt tað sunnasta av Suðurjútlandi undir seg. Í árinum 1864 mátti Danmark avluta alt Suðurjútland til týskarar, men teir fingu norðaru helvtina aftur í 1920. Í árinum 1376 varð Ólavur, sonur Margretu drotning í Danmark og norska kongin Hákun tann 6. kongur í Danmark,[1] og í 1380 gjørdist hann kongur í Noregi og hjálondunum. 

Í 1397 var Danmark, saman við Svøríki og Noreg, í Kalmarsamveldið, men Svøríki valdi at ganga úr samveldinu stutt tíð eftir.[2] Eftir hetta komu Noreg og Danmark at vera eitt ríki líka til 1814, tá ið tey skiltust av svenskum ávum, meðan Føroyar, Grønland og Ísland vóru eftir. Millum 1600-1700 minkaði landið stórliga. Donsku kongarnir, sum tá ráddu, góvu seg í bardaga við Svøríki, og hesir bardagar endaðu við, at Svøríki legði alt land eystan Oyrasund undir seg.

Kristiansborg í Keypmannahavn. Kristian 6. bygdi slottið sum ein varða um einaveldið.
Kristian 4. bygdi eitt gamansslott í Kongens Have uttanfyri vøllgarðin um Keypmannahavn. Tað er tað kenda Rosenborg slott.

Í Danmark kom skiftið frá einaveldi til fólkastýri líðandi. Í 1834 varð við ógvuliga avmarkaðum valrætti gjørd ein skipan við 4 landspartatingum, eisini kallað stættating. Tey vóru ráðgevandi hjá einaveldiskonginum og kundu samtykkja uppskot til lógir at leggja fyri kong og stjórn hansara, tó ikki í øllum málum. Tá ið stættatingini vórðu stovnað, vistu danskir myndugleikar ikki, hvussu tey gomlu londini undir Noregs krúnu Ísland og Føroyar skuldu verða umboðað. Sum ein fyribils skipan varð avgjørt, at tey skuldu verða umboðað á stættatinginum í Roskilde við eini felags nevnd við trimum kongliga tilnevndum limum, tveimum fyri Ísland og einum fyri Føroyar. Føroyingar og íslendingar valdu ongantíð umboðsmenn. Tá ið íslendska altingið, sum varð niðurlagt í 1800, í 1843 varð endurreist, datt handa felags umboðsskipanin burtur. Føroyar vóru eftir tað umboðaðar av einum kongliga tilnevndum limi; føroysku umboðsmenninir vóru altíð danskir embætismenn, sum høvdu verið embætismenn í Føroyum.

Fríðrikur kongur 7. í 1860. Sum krúnprinsur í 1844 var hann, sum tann fyrsti úr danska kongshúsinum, í Føroyum.

Í 1848 gav kongur einaveldið frá sær. Valt varð eitt grundlóggevandi ríkisting, sum skuldi gera eina fólkaræðisliga stýrisskipan, eina grundlóg, fyri Danmarkar ríki. Føroyingar vóru á hesum tingi umboðaðir av einum kongliga tilnevndum limi. Íslendingar høvdu egin umboð. Í 1849 kom grundlógin í gildi. Fyrivarni var tikið viðvíkjandi Føroyum, Slesvík og Íslandi. Í Føroyum varð hon tinglýst og sett í gildi í 1850. Ísland kom tó ikki undir grundlógina. Teir íslendsku umboðsmenninir á tí grundlóggevandi tinginum høvdu í 1848 fingið lyfti frá kongi um, at støða Íslands í ríkinum skuldi ikki verða avgjørd, fyrr enn teir sjálvir á egnum fundi í Íslandi høvdu tikið støðu til henda spurning. Hesin tjóðfundur varð hildin í Reykjavík í 1851, og íslendingar gjørdu av ikki at ganga undir grundlógina. Tann nýggja danska ríkisskipanin var eitt kongsdømi avmarkað við grundlógini. Eftir franskari fyrimynd var ríkisvaldið býtt sundur í tríggjar partar. Lóggávuvaldið skuldi vera hjá kongi og ríkisdegi í felag, tað útinnandi valdið hjá kongi, og tað dømandi valdið hjá dómstólunum.

Fyrri heimsbardagi

[rætta | rætta wikitekst]

Í árunum framman undan Fyrra veraldarkríggi hevði eitt drúgt stríð staðið millum týskt og danskt mál í norðara parti av Suðurjútlandi, har týskurin nú átti valdið. Tað danska fólkið, sum har búði, hevði gjørt alt, ið gerast kundi, fyri at varðveita gamla móðurmál sítt, sangir sínar og donsku siðmenningina. Men stig fyri stig royndu týskararnir at troka alt danskt burtur. So brast kríggið á í 1914. Danska fólkið í hesum landsparti hevði týska herskyldu og noyddist tí í bardaga at stríðast lið um lið við týsku hermonnunum. Markið millum Danmark og Týskland hevði síðani 1864 verið við Kongeåen (Norðurslesvík), og tí vóru nú fleiri túsund danskir suðurjútar noyddir at fara í kríggj fyri Týskland. Uml. 30,000 suðurjútar doyðu í skotgravunum undir 1. heimsbardaga. Eisini vórðu mong skip søkt, og uml. 700 sjómenn sjólótust. Í 1920, tvey ár eftir, at kríggið endaði, varð markið flutt suður, har tað er í dag.

Danmark var uttanveltað í krígnum, tí vandi var fyri, at um eitt stórveldi leyp á, kundi Danmark missa sítt sjálvræði. Gerandisvørur fóru at tróta. Í 1915, eitt ár eftir, at bardagin kyknaði, var kostnaðurin fyri húsarhaldsvørur hækkaður við 30 prosentum. Í 1918, tá bardagin var av, var hann hækkaður 85%. Í 1917 keypti staturin alt kornið í Danmark og leigaði korngoymslur kring alt landið. Prísurin á rugbreyði hækkaði við 30 prosentum. Undir krígnum vóru fólkateljingar, og um fólk ikki møttu, fingu tey einki skamtanarkort, sum var neyðugt, um tey skuldu keypa mat.

Seinni heimsbardagi

[rætta | rætta wikitekst]

Í árunum 1940-1945 var Danmark hersett av týskarum, men landið var ongantíð vígvøllur og slapp betur burtur úr stórbardaganum enn flestu lond í Evropa. 8. apríl 1940 sóust týsk herskip og flutningsfør stevna norður eftir, meðan stórar herdeildir vóru ávegis norður ímóti danska markinum. Klokkan 4 á morgni 9. apríl vórðu herlið sett á land á øllum teim týdningarmestu støðunum. Í Keypmannahavn komu teir tysjandi upp á land. Aðrastaðni komu fallskýggjahermenn og tóku ræðið. Uppi yvir høvuðsstaðnum sveimaðu mongdir av týskum flogførum til reiðar at sleppa bumbum niður yvir býin, um danir gjørdu mótstøðu. Bæði á markinum og nærhendis kongsborgini tóku menn til vápnini, men støðan var vónleys. Kongur noyddist sjálvur at biðja menn leggja vápnini, og brátt kom í útvarpinum kunngerð frá donsku yvirvøldini, at hon undir mótmæli var gingin undir tær týsku treytirnar fyri friði. Bardagin hevði verið stuttut. Nú var friður. Men landið var hersett av fíggindanum. Danski handilsflotin hevði fyri ein stóran part sloppið sær yvir til Bretlands, og har royndi hann á sama hátt sum tann norski at veita teim sameindu allan stuðul, hann kundi. Hóast londini vóru í týskum valdi, lótu danir og norðmenn sær ikki lynda. Í loyndum skipaðu teir fyri mótstøðu á ymiskan hátt, og bretsk flogfør tveittu teimum vápn og aðra útgerð niður. Mótstøðan var væl fyriskipað, og teir, sum stóðu aftanfyri, vóru ringir at finna. Men stundum fann týskurin tey seku, og tá varð ikki farið fram við eirindum. Lívlát, fangahús, pínsla og arbeiðslegur var svar týskaranna. Danmark var hersett í fimm ár og varð alment frælst 5. mai 1945. Tveir dagar seinni bumbaði Sovjetsamveldið Bornholm og hersetti oynna 9. mai 1945. Bornholm varð tískil ikki frælst fyrr enn 5. mai 1946 - eitt ár eftir restini av Danmark.

Nýggj grundlóg

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1953 fekk Danmark eina nýggja grundlóg. Ríkisdagurin hevði fyrr verið í tveimum pørtum, fólkating og landsting. Nú varð landstingið avtikið, og í fólkatinginum komu at sita 179 limir, og tveir teirra eru fyri Føroyar. Og nú kom eisini tann sonevnda parlamentarisman at vera lógarfest. Hon ásetur, at stjórnin kann ikki vera sitandi, um hon hevur meirilutan av fólkatinginum ímóti sær. Eisini varð samtykt, at eitt lógaruppskot kann verða sent landsins veljarafjøld til atkvøðugreiðslu, so hon kann taka støðu til málið. Í 1947 doyði Kristian 10., og sonur hansara kom at vera kongur undir heitinum Fríðrikur 9. Av tí at hann ongar synir átti, men einans døtur, kom trónufylgjulógin at vera broytt á tann hátt, at Margretha, elsta dóttir hansara, skuldi taka við ræðinum eftir hann. Tá ið so Fríðrikur kongur doyði í 1972, tók hon við valdinum undir navninum Margretha droting II. Í 1967 giftist hon Henrik prinsi. Børn teirra eru dreingirnir Fríðrikur og Joachim.

Broyting í íbúgvatali í % frá 1769 til 2004.
Mett verður, at uml. helvtin at íbúgvunum á størsta kollegiið í Norðurlondum eru føroyingar. Tað eru beint yvir 1000 íbúðir á Oyrasundskollegiinum á Amager, ið varð bygt í 1969.

Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í Vesturheiminum (Europa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.

Útlendingar økja fólkatalið í Danmark; 86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum.[3] 2009-2013 eru 100 000 útlendingar komnir til Danmarkar; frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark. Í 2013 minkandi talið av íbúgvum í Danmark við 789 fólkum, um hugt verður eftir borgarum við donskum uppruna. Men tá talið av innflytarum og eftirkomarum teirra samstundis veksur, var fólkavøksturin í fjør 24 607 fólk. Tað stendur í svari frá danska innanríkisráðnum til fólkatingsnevndina fyri útlendinga- og integratiónspolitikk. Sambært svarinum, standa útlendingar fyri 86 prosentum av øllum fólkavøkstrinum upp á 115 000 frá 2009-2013.

Nógvir føroyingar eru í Danmark, bæði lesandi og meira tilkomin. Tilsamans búgva t.d. umleið 1.500 fólk á Oyrasundskollegiinum. Eingin reiðilig tøl eru yvir, hvussu nógvir føroyingar búgva har, men ofta verður sagt, at um 1.000 av íbúgvunum eru føroyingar.[4]

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Margrethe II er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi.
Myndin sýnir danska kongshúsið á Amaliuborg við Margretu drotning í miðjuni.
Føroyingar og grønlendingar velja hvør síni 2 umboð í Fólkatingið (danska tingið).

Danmark er eitt av heimsins elstu kongaríkjum. Á odda fyri ríkinum stendur kongur ella drotning. Síðan 1971 hevur Margrethe Drotning 2. verið drotning. Hon er eisini drotning í Føroyum og í Grønlandi, sum Danmark er í ríkisfelagsskapi við. Nú býr danska drotningin, Margreta 2., á Amalienborg í Keypmannahavn.

Minst fjórða hvørt ár skulu 179 limir veljast í fólkatingið, lóggávuting Danmarkar. Føroyingar og grønlendingar velja hvør sínar tveir. Danska stjórnin skal hava meiriluta í Fólkatinginum, annars má hon leggja frá sær. Henda mannagongdin hevur verið síðan 1901 at tryggja, at stjórnin altíð hevur meiriluta á tingi, tá ið landsins lógir verða viðtiknar. Ráðharrarnir, landspartarnir og tær 275 kommunurnar umsita lógirnar.

Danmark hevur í 2011 tað størsta skattatrýstið í Evropa. Tann seinasta uppgerðin, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, hevur gjørt, er fyri 2011, og eftir henni var skattatrýstið í Danmark 47,7 prosent tað árið.[5] Á teimum næstu plássunum eru Svøríki, Belgia, Frakland, Finnland, Italia og Eysturríki. Í hesum londunum er skattatrýstið millum 42 og 44 prosent. Í meðal var skattatrýstið í Evropa 38,8 prosent. Danska meirvirðisgjaldið, sum er 25 prosent, er eisini tað hægsta í Evropa.

Javnrættindi

[rætta | rætta wikitekst]
Ráðhúsið í Keypmannahavn.

Granskarar hava mett londini eftir, hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. 130 lond luttóku í kanningini, men Føroyar vóru ikki við. Danmark er nummar sjey á listanum. Orsøkin til at Danmark liggur so ovarliga á listanum er, at landið hevur eina góða útbúgvingarskipan, sum kvinnur og menn hava líka góða atgongd til. Danmark dumpar tó, tá tað kemur til javnstøðu um lønarinntøku. Menn fáa í miðal 20 prosent meira í løn enn kvinnur í Danmark. Saudi-Arábia, Kjad og Jemen eru ringast fyri í javnstøðukanningini. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Svøríki. Á triðja plássi liggur Finnland.

Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum.[6] Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum. Í 2010 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum.[7] Danmark fær kynsleyst hjúnalag í 2012.[8][9] Møguleikin fyri at gerast sonevnd hjámamma er veruleiki, eftir at broytingin í donsku barnalógini er komin í gildi 1. desember 2013. Hetta merkir, at tann kvinnan í einum samkyndum parlagi, sum ikki er biologiska mamman, kann verða skrásett sum foreldur at barninum við barnsins føðing.[10]

Innflytarapolitikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Útlendingar í Danmark, 2022, landabýti.

Aldrin áður hava so nógvir innflytarar søkt bústað í Danmark sum í 2014.[11] Seinastu hagtølini fyri 2014 vísa, at talið av útlendskum ríkisborgarum, ið fluttu til Danmarkar í 2014, er 64 874. Tað er hægsta talið nakrantíð yvir eitt ár. Gamla metið var frá í 2013, tá tilsvarandi talið var 56 276 fólk. Sostatt er talan um eina øking á fimtan prosent. 5401 sýrar fluttu til Danmarkar í 2014. Tað er tríggjar ferðir so nógvir sum í 2013, tá 1760 sýrar fluttu til Danmarkar. Men hóast tað eru flest sýrar, ið fáa uppihald í Danmark, so vísa hagtølini eisini, at flestu innflytarar koma úr londum í Vesturheiminum. Nevniliga seks út av tíggju innflytarum í 2014 komu úr einum vesturlendskum landi. Av teimum londunum er tað Rumenia, ið liggur nummar eitt á listanum yvir innflytarar. Rumenia er eisini tað landið, har næstmest innflytarar komu frá samlað sæð. Hagtølini vísa, at 5171 rumenar tóku bústað í Danmark í 2014. Tað er ein øking á fimtan prosent frá 2013.

Politiskir flokkar í Danmørk

[rætta | rætta wikitekst]
Føroyar og Grønland eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk.

Hesir politisku flokkar hava umboðan í Fólkatinginum síðan Fólkatingsvalið 2015. Føroyar og Grønland hava hvør sínar tveir limir.

Flokkur Leiðari Tinglimir
Socialdemokraterne (A) Mette Frederiksen 47
Dansk Folkeparti (O) Kristian Thulesen Dahl 37
Venstre (V) Lars Løkke Rasmussen 34
Enhedslisten, de rød-grønne (Ø) Kollektivur 14
Liberal Alliance (LA) Anders Samuelsen 13
Alternativet (Å) Uffe Elbæk 9
Radikale Venstre (B) Morten Østergaard 8
Socialistisk Folkeparti (F) Pia Olsen Dyhr 7
Det Konservative Folkeparti (C) Søren Pape Poulsen 6
Javnaðarflokkurin Sjúrður Skaale 1
Tjóðveldi Magni Arge 1
Siumut / Nunatta Qitornai Aleqa Hammond 1
Inuit Ataqatigiit Aaja Chemnitz Larsen 1

Regiónir í Danmørk

[rætta | rætta wikitekst]
Regiónir í Danmørk.

Danmark er býtt sundur í fimm regiónir (landslutir). Áðrenn hetta varð Danmark býtt sundur í amt. Regiónirnar hava serliga ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum. Føroyar og Grønland eru sjálvstýrandi lond í danska kongaríkinum.

Región Høvuðsstaður Størsti býur Íbúgvar Vídd (km²) Tættleiki
(per km²)
Høvuðsstaðurin Hillerød Keypmannahavn 1 645 825 2 561 642,6
Miðjútland Viborg Århus 1 237 041 13 142 94,2
Norðurjútland Aalborg Aalborg 578 839 7 927 73,2
Sæland Sorø Roskilde 819 427 7 273 112,7
Suðurdanmark Vejle Odense 1 194 659 12 191 97,99
Danmark Keypmannahavn Keypmannahavn 5 475 791 43 094 127,0
Rundatorn er tornið á Trinitatiskirkjuni í Keypmannahavn, men Kristian 4. tók tað til støð fyri stjørnugransking.

Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr Jútlandi, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í 1930-árunum. Mong norðurlendsk børn vita um Legoland, hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr donsku orðunum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.

Byggisnið

[rætta | rætta wikitekst]

Sum hini bæði skandinavisku londini og Finnland er Danmørk gitið fyri byggilist sína. Danskir byggifrøðingar nýta ofta ymiskt tilfar, tá ið teir byggja, til dømis tigulgrót, við og betong, og teir gera vøkur hús, sum hvíla væl í landslagnum. Í mongum nýggjum sethúsum hevur alstórur dentur verið lagdur á at spara orku. Sólkyknur í tekjuni vinna orku úr sólini, og húsini eru ógvuliga væl bjálvað. Danir leggja sær nær at fríðka sniðið á tí, teir gera. Húsbúnaður, glasvørur, køksbúnyttur og postalín er alt so snotiligt.

Sum í grannalondunum eru politisku viðurskiftini trygg, og lívskorini góð. Ídnaðurin hevur ment seg skjótt, og nú á døgum arbeiðir ein triðingur av danska fólkinum í ídnaðinum.

Danmørk er gitið fyri samvinnufeløg síni. Til tess at fylgja við í landbúnaðarmenningini og vera kappingarførir hava donsku bøndurnir verið noyddir at samstarva. Ein háttur hevur verið at eiga mjólkarvirki og svínasláturhús í felag og leggja seg eftir at selja hesar búnaðarvørur uttanlands.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Markið í Suðurjútlandi millum Danmark og Týskland er landamark, men hav er mark millum Danmark og Noreg, Svøríki, Pólland og Bretland.
Skagen í Frederikshavn kommunu.
Yding Skovhøj í Horsens kommunu.
Arresø er størsta vatn í Danmark, 39,84 km2 til víddar.

Danmark er eitt lágt og slætt oyggjaland. Oyggjarnar eru einar 500 í tali; av teimum eru Sæland, Fyn og Lolland størstar. Jútland er áfast við Týskland fyri sunnan; tað er annars umgirt av havi í trý borð, og slíkt land verður nevnt hálvoyggj. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Ydling Skovhøj, er ikki hægri enn 173 m. Næsthægsta plássið eitur Ejer Bavnehøj 171 m. Hóast landið er lágt, so er tað ikki slætt sum ein pannukøka. Nei, nógvastaðni eru stórir ryggir og høgar herðar, men landið hækkar so líðandi, at tú veit ikki av, fyrr enn tú ert uppi á teimum.

Undirgrundin í Danmark er ikki grót sum í Føroyum, men krit og kálk, og hetta sæst summastaðni fram við strondini; har standa kritbakkar út móti havinum. Annars er mest allastaðni sandstrond, kortini kann tað henda, at leirbakkar ganga líka út í sjóvarmálan. Í støðum kann tað vera heilt fín møl. Strondin á oyggjunum og eystursíðuni á Jútlandi er nógv vágskorin, men vestursíðan á Jútlandi er mest sum bein; har eru bert einstakir firðir, og uttan fyri fjarðmunnan gongur næstan altíð ein sandtangi. Tað ið ger, at so fá innvik eru har, er streymurin, sum rekur so hart fram við landinum, at tangarnir eru rundaðir burtur.

Summastaðni í Danmark eru stórar mómýrar; hesar mýrar hava verið vøtn fyrr í tíðini, men so eru plantur og trø rotnað niður í tey, og sum árini eru liðin, eru vøtnini upptornað. Í summum mýrum skera teir torv, og ofta hava teir tá funnið bæði vápn og aðrar gripir, ið fornøldarfólkini hava kastað út í vatnið sum offur til gudarnar. Tað hevur eisini hent seg, at teir hava funnið deyðamannalutir frá tíðini langt fyri Kristi føðing. Annars eru mýrarnar at minka, tí teir hava veitt vatnið av nógvum av teimum og velt tær undan.

Summastaðni í Jútlandi eru stórar lyngheiðar, men fyri einum 120-130 árum síðan vóru tær nógvar ferðir størri; tá fóru menn at planta furu og granntrø á heiðunum. Tey trivust, og nú eru stór strekkir avvaksin við nálatrøum. Afturat at menn fáa nyttu av sjálvum trøunum, gera tey eisini tað, at tey forða sandrokinum, sum ofta kann vera herviligt fram við vesturstrondini, at koma so langt eystur í landið. Tað var ikki sjáldan, áðrenn plantasjurnar komu, at foksandurin legðist so tjúkkur á akrarnar, at hann køvdi nálirnar. Plantasjurnar líva eisini akrunum, so vestanvindurin ikki svíður teir av, sum ofta hendi á vindsomum plássum; og á nógvum av teimum gørðunum, sum í seinnu árum eru bygdir á heiðunum, hava bøndurnir plantað trø til skjól. Summar av heiðunum, sum eftir eru, eru friðaðar.

Skógi er ikki nógv til av longur í Danmark, 1/10 partur av landinum, rokna teir við. Mest eru tað bókaskógir. Av dýrum, sum liva í skógunum, skulu vit nevna hjørtir, revar og grevlingar. Bøurin í Danmark er fyri tað mesta frálíka góður, og so slætt er lendið, at 3/4 av landinum er akur ella ong. Besta jørðin er á oyggjunum og í eystara parti av Jútlandi; har er mest leirmold, og hon ber betri korn enn sandmoldin. Eingirnar eru mest í lægdum ella fram við áunum, summar hava teir bara til beiti, men summar verða slignar. Fram við vesturstrondini av Suðurjútlandi er landið ógvuliga slætt og so lágt, at teir mugu hava gjørt langar verjugarðar móti havinum; hetta rópa teir marsk. Hann er frálíka grasgóður og besta beiti.

Útbúgvingar

[rætta | rætta wikitekst]
Københavns Universitet.

Útbúgvingar í Danmark eru atkomuligar fyri allir borgarar í ríkinum. Fíggingin fer fram umvegis skatt og egingjøld. Tað eru umleið 1500 fólkaskúlar í Danmark. Sambært §76 í grundlógini so er tað ikki talan um skúlaskyldu í Danmark, men um undirvísingarskyldu.[12] Tað merkir, at øll skulu hava undirvísing frá 0.-9. flokk. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august tað árið, ið barnið fyllir 6 ár. Foreldur kunnu velja ímillum fólkaskúlan, privatskúlar og heimaundirvísing.[13] Síðan er møguleiki fyri at næmingurin kann ganga í 10. flokki, taka eina vinnuútbúgving ella eina miðnámsskúlaútbúgving (gymnasiala útbúgving). Eftir tað verður eitt stórt úrval av ymiskum útbúgvingum útbjóðaðar á ymiskum støði og innan ymiskar vinnur.

Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er Københavns Universitet. Harumframt eru Aarhus Universitet, Syddansk Universitet, Aalborg Universitet og Roskilde Universitet ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru Danmarks Tekniske Universitet, Copenhagen Business School og IT-Universitetið í Keypmannahavn, ið hava eitt fakultet. Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur.

Samferðsla

[rætta | rætta wikitekst]
Kastrup Flogvøllur er av størstu flogvøllum í Evropa.

Vegirnir í Danmark eru bæði góðir og nógvir. Jarnbreytirnar eru eisini ógvuliga tættar, so skjótt er at koma ímillum teir ymsu landspartarnar eftir jarnbreytini. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær stórar brúgvar: Lítlabeltsbrúnna og Stórstreymsbrúnna. Úr Keypmannahavn slepst við toki til tey flestu lond í Evropa. Í Kastrup tætt við Keypmannahavn er óføra stór flógstøð. Millum teir ymsu donsku landspartarnar verður dúgliga flogið, og eisini millum Keypmannahavn og Føroyar. Ferðamannaskipini tróta heldur ikki, hvørki innansyndis ella millum Danmark og útheimin. Til Svøríkis er fartur fleiri ferðir hvønn dag, og sama er til Týsklands.

Kend fólk

[rætta | rætta wikitekst]
H.C. Andersen er mest kendur fyri tey fleiri enn 150 ævintýrini og søgurnar.

Av kendum søguligum dønum kunnu hesir verða nevndir: alis- og evnafrøðingurin H.C. Ørsted, rithøvundurin H.C. Andersen, stjørnufrøðingurin Tycho Brahe og heimspekingurin Søren Kierkegaard. Av núlivandi kendum dønum kunnu hesir verða nevndir: tennisspælarin Caroline Wozniacki, sjónleikarin Mads Mikkelsen, fótbóltsleikarin Christian Eriksen og sangarin Lukas Graham.

  1. Salvesen, H., Norseng, P.G., Opsahl, E. & Ida Scott, I. "Kalmarunionen". https://snl.no/Kalmarunionen. 
  2. "Kalmarunionen". Den Store Danske. https://denstoredanske.lex.dk/Kalmarunionen. 
  3. http://jyllands-posten.dk/indland/ECE6718742/100000-flere-udlaendinge-pa-fem-ar/
  4. http://navisen.dk/blog/faeringer-samler-sig-i-minighetto-pa-amager/
  5. http://e24.no/makro-og-politikk/danmark-troner-paa-skattetoppen/20363494
  6. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-12. https://web.archive.org/web/20131212084802/http://panbladet.dk/2011/01/03/30-ar-siden-homoseksualitet-fjernet-fra-sundhedsstyrelsens-sygdomsliste/. Heintað 2013-04-29. 
  7. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-06. https://web.archive.org/web/20140206071703/http://ilga.org/ilga/en/article/mpDxTIq18X. Heintað 2013-04-29. 
  8. http://www.dailytelegraph.com.au/news/breaking-news/denmark-approves-gay-weddings-in-church/story-e6freuyi-1226388155168
  9. http://www.washingtonpost.com/world/europe/danish-lawmakers-approve-church-weddings-for-same-sex-couples/2012/06/07/gJQAcOAxKV_story.html
  10. http://politiken.dk/forbrugogliv/livsstil/familieliv/ECE2149076/nu-kan-to-kvinder-blive-mor-og-medmor-fra-barnets-foedsel/
  11. http://www.dst.dk/da/Statistik/emner/indvandrere-og-efterkommere.aspx
  12. "Danmarks Riges Grundlov". retsinformation.dk. 1953-06-05. https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=45902#K8. Heintað 2014-02-25. 
  13. Undervisningspligt Archived 2013-12-06 at the Wayback Machine Heintað 25. mai 2013.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið