Jump to content

Høvuðsstaður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tórshavn er høvuðsstaður Føroya.

Ein høvuðsstaður er vanliga býurin, har stjórnin í einum landi (ella landsparti, t.d. lutstati) hevur sæti [tørvar keldu]. Men tó eru undantøk. Eitt dømi er Holland, har ið høvuðsstaðurin er Amsterdam, men stjórnin hevur sæti í Haag. Í flestum londum er høvuðsstaðurin býurin, har flest fólk búgva, men her eru eisini undantøk. Eitt dømi er USA, har størsti býurin er New York City, men høvuðsstaðurin er Washington DC. Vanliga er høvuðsstaðurin landsins størsti býur og harumfrat búskaparligur og andligur miðdepil. Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið