Fólkatingsvalið 2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólkatingsvalið 2015
Kongsríki Danmarkar
2011 ←
medlemmer
18. juni 2015
Fólkatingslimir valdir í 2015
→ 2019

Atkvøtt verður um 179 sessir í Fólkatinginum
175 úr Danmark, 2 úr Grønlandi og 2 úr Føroyum.

90 tingsessir fyri ein meiriluta
  Størsti flokkur Næststørsti flokkur Triðstørsti flokkur
  Helle Thorning-Schmidt Lars Løkke Rasmussen
Formaður Helle Thorning-Schmidt Kristian Thulesen Dahl Lars Løkke Rasmussen
Flokkur Socialdemokraterne Dansk Folkeparti Venstre (Danmark)
Samstarv Reyður blokkur Bláur blokkur Bláur blokkur
Siðsta val 44 sessir (24,8 %) 22 sessir (12,3 %) 47 sessir (26,7 %)
Sessir vunnir 47 37 34
Broyting í tingsessum Increase3 Increase15 Decrease13
Atkvøður 925.635 741.749 684.829
Prosent 26,4% 21,2% 19,5%

  Fjórðstørsti flokkur Fimtstørsti flokkur Sættstørsti flokkur
 
Formaður Kollektiv leiðsla Anders Samuelsen Uffe Elbæk
Flokkur Enhedslisten Liberal Alliance Alternativet
Samstarv Reyður blokkur Bláur blokkur Reyður blokkur
Seinasta val 12 sessir
(6,7 %)
9 sessir (5,0 %) Ikki uppstillaður
(0,0 %)
Tingsessir vunnir 14 13 9
Broyting í tali av tingsessum Increase2 Increase4 Increase9
Atkvøður 274.092 264.659 168.720
Prosent 7,8% 7,5% 4,7%

  Sjeyndistørsti flokkur Ottandastørsti flokkur Níggjundastørsti flokkur
 
Formaður Morten Østergaard Pia Olsen Dyhr Søren Pape Poulsen
Flokkur Radikale Venstre Socialistisk Folkeparti Konservative Folkeparti
Samstarv Reyður blokkur Reyður blokkur Bláur blokkur
Síðsta val 17 sessir (9,5 %) 16 sessir
(9,2 %)
8 sessir
(4,9 %)
Tingsessir vunnir 8 7 6
Broyting í tali av tingsessum Decrease9 Decrease9 Decrease2
Atkvøður 160.766 148.036 118.146
Prosent 4,5% 4,2% 3,4%

Sitandi Forsætisráðharri

Helle Thorning-Schmidt
Socialdemokraterne

Valdur Forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen
Venstre

Fólkatingsvalið 2015, ið var tað 68., varð hildið hin 18. juni 2015 í Danmark, Føroyum og Grønlandi.[1][2][3] Tað vórðu valdir 175 tinglimir úr Danmark, tveir úr Føroyum og tveir úr Grønlandi.

Flokkar, ið høvdu rætt at stilla upp[rætta | rætta wikitekst]

Danmark[rætta | rætta wikitekst]

Flokkur Listi Floksformaður
Socialdemokratiet A Helle Thorning-Schmidt
Radikale Venstre B Morten Østergaard
Det Konservative Folkeparti C Søren Pape Poulsen
SF - Socialistisk Folkeparti F Pia Olsen Dyhr
Liberal Alliance I Anders Samuelsen
Kristendemokraterne K Stig Grenov
Dansk Folkeparti O Kristian Thulesen Dahl
Venstre - Danmarks liberale parti V Lars Løkke Rasmussen
Enhedslisten – De Rød-Grønne Ø Kollektiv leiðsla
Alternativet Å Uffe Elbæk

Grønland[rætta | rætta wikitekst]

Flokkur Listi Floksformaður
Inuit Ataqatigiit IA Sara Olsvig
Siumut S Kim Kielsen
Demokraatit D Anda Uldum
Atassut A Knud Kristiansen
Partii Naleraq PN Hans Enoksen
Partii Inuit PI Nikku Olsen

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Flokkur Listi Floksleiðari
Fólkaflokkurin A Jørgen Niclasen
Sambandsflokkurin B Kaj Leo Holm Johannesen
Javnaðarflokkurin C Aksel V. Johannesen
Nýtt Sjálvstýri D Jógvan Skorheim
Tjóðveldi E Høgni Hoydal
Framsókn F Poul Michelsen
Miðflokkurin H Jenis av Rana
Uttanflokkalistin Zakarias Wang

Fólkatingsvalið í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í Føroyum gjørdist fólkatingsvalið sera spennandi og heilt annarleiðis, enn veljarakanningar høvdu víst undan valinum. Allar kanningar vístu, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at fáa síni umboað afturvald, og eftir at 45 valstøð vóru tald upp, bendi fyribils úrslitið á, at listi B og C fingu síni umboð afturvald,[4] og Kringvarpið ynskti enntá Edmundi Joensen tillukku við sessinum, áðrenn úrslitini úr Havnini komu. Men Havnin broytti alt. Tá ið avtornaði gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur við 5730 atkvøðum, Javnaðarflokkurin gjørdist næststørstur við 5666 atkvøðum, Sambandsflokkurin gjørdist triðstørstur við 5500 atkvøðum og Fólkaflokkurin gjørdist fjórðstørstur við 4368 atkvøðum. Fyri Tjóðveldi var formaðurin, Høgni Hoydal, valdur við 1477 atkvøðum, fyri Javnaðarflokkin var Sjúrður Skaale valdur við 2495 atkvøðum.[5]

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Fyri Danmark fekk “Reyði” blokkur (A+B+F+Ø+Å) 85 sessir og “Blái” blokkur fekk (V+O+I+C+K) 90 sessir. Sjálvt um allir teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi høvdu farið til Reyða-blokk, so hevði tað bert givið 89 sessir, sum er ein sessur aftanfyri Bláa-blokkin. Í Føroyum vunnu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin teir báðir føroysku sessirnir, Høgni Hoydal fekk flestar atkvøður á tjóðveldislistanum, og Sjúrður Skaale fekk flestar á javnaðarlistanum. Fram til løgtingsvalið 2015 verður tað tó varamaður Høgna Hoydal, ið kemur at røkja fólkatingssessin. Magni fekk 1082 persónligar atkvøður, Høgni Hoydal fekk 1477.[6]

Flokkur Atkvøður % Sessir +/–
Danmark
Socialdemokraterne 925 288 26,3 47 +3
Dansk Folkeparti 741 173 21,1 37 +15
Venstre 684 223 19,5 34 –13
Enhedslisten 273 870 7,8 14 +2
Liberal Alliance 264 449 7,5 13 +4
Alternativet 168 585 4,8 9 Nýggjur
Radikale Venstre 160 672 4,6 8 –9
Socialistisk Folkeparti 148 027 4,2 7 –9
Konservative Folkeparti 118 015 3,4 6 –2
Kristendemokraterne 29 148 0,8 0 0
Aðrir flokkar 3 027 0,1 0
Ógyldugar/blankar atkvøður 40 068
Tilsamans 3 556 545 100 175 0
Skrásettir veljarar/vallutøka 4 145 321 85,8
Føroyar
Tjóðveldi 5 730 24,5 1 +1
Javnaðarflokkurin 5,666 24.3 1 0
Sambandsflokkurin 5 500 23,5 0 –1
Fólkaflokkurin 4 368 18,7 0 0
Framsókn 749 3,2 0 Nýggjur
Miðflokkurin 605 2,6 0 0
Nýtt Sjálvstýri 403 1,7 0 0
Uttanflokkalistin 345 1,5 0 0
Tilsamans 23 366 100 2 0
Skrásettir veljarar/vallutøka
Grønland
Inuit Ataqatigiit 7 904 38,5 1 0
Siumut 7 831 38,2 1 0
Atassut 1 526 7,4 0 0
Demokraatit 1 753 8,5 0 0
Partii Naleraq 962 4,7 0 Nýggjur
Ógyldugar/blankar atkvøður 538
Tilsamans 20 514 100 2 0
Skrásettir veljarar/vallutøka 41 048 50,0
Keldur: DST, KVF, Valg
Fólkatingsvalið
A
  
26.31%
O
  
21.08%
V
  
19.46%
Ø
  
7.79%
I
  
7.52%
Å
  
4.79%
B
  
4.57%
F
  
4.21%
C
  
3.36%
K
  
0.83%
Onnur
  
0.09%

Eftirspæl[rætta | rætta wikitekst]

Í Danmark gjørdist danski Javnaðarflokkurin (Socialdemokraterne) størsti flokkur við 47 tingsessum, men hinir flokkarnir í Reyða-blokki gingu nógv aftur og tilsamans so taptu teir valið. Forkvinnan í Socialdemokraterne tók avleiðingina beint eftir, at valúrslitið var alment, og kunngjørdi, at hon hon legði frá sær sum forkvinna.

Í Føroyum fekk Sambandsflokkurin óvæntað eitt sera vánaligt val. Í øllum veljarakanningum, ið vóru gjørdar undan valinum, stóð flokkurin til at fáa tann fyrstvalda sessin. Men tá ið avtornaði bleiv flokkurin yvirhálaður av bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Harvið misti Edmund Joensen sessin á Fólkatingi, sjálvt um hann setti persónligt met í atkvøðutali, hann fekk 2415, ið var næstflest av øllum. Tað var serliga í Havn, at Sambandsflokkurin fekk eitt vánaligt val, har gekk hann aftur við 10,1%. Sambandsflokkurin hevði bara eitt valevni úr Suðurstremoy, tað var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Hann misti knappar 1100 persónligar atkvøður á hesum valinum í mun til fólkatingsvalið 2011. Hesaferð fekk hann 462 atkvøður, ið ikki rakk til topp-10. Kaj Leo Johannesen segði í samrøðu við Kringvarpið, at um hann hevði kunna gjørt tað umaftur, so hevði hann havt fleiri valevni úr Havnini. Hann helt ikki, at talan var um eitt misálit á hann, at flokkurin og hann persónliga gingu so nógv aftur. Hann segði, at tað kostaði at sita við valdið. Hann ætlaði ikki at taka avleiðingarnar og leggja frá sær sum formaður, segði hann, tað hevði verið at yvirdramatisera tað heila.[7]

Skipan av stjórn[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta drotningaumfar[rætta | rætta wikitekst]

Dagin eftir valið hin 19. juni kl. 14 innkallaði drotningin til drotningaumfar.[8] Lars Løkke Rasmussen varð útnevndur sum kongaligur kanningarleiðari við mandati til at samráðast um eina fleirtalsstjórn við flokkunum Venstre, Dansk Folkeparti, Det Konservative Folkeparti og Liberal Alliance.[9][10] Søndag eftermiddag d. 21. juni meddelte Lars Løkke "at det ikke lader sig gøre at etablere en flertalsregering."[11][12][13]

Annað drotningaumfar[rætta | rætta wikitekst]

22. juni 2015 kl. 10.00 byrjaði eitt nýtt drotningaumfar.[14] Lars Løkke Rasmussen har 21. juni 2015 sen aften opgivet at fuldføre opgaven som kongelig undersøger på det foreliggende kommisorium.[13] Ein meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum peikaðu aftur á Lars Løkke Rasmussen sum kongaligur kanningarleiðari.[15] Lars Løkke Rasmussen kunngjørdi hin 26. juni 2015, at hann væntaði, at kunna seta eina reina Vinstra-stjørn sunnudagin 28. juni 2015. [16]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. politiken.dk - Officielt: Thorning udskriver valg
  2. Økonomi og indenrigsministeriet http://valg.oim.dk/vaelgere/hvornaar-er-der-valg-eller-folkeafstemning.aspx Archived 2015-04-28 at the Wayback Machine
  3. Har du et spørgsmål om valget, så få svaret her. Politiko.dk
  4. kvf.fo, Edmund og Sjúrður klárt á odda.
  5. Kvf.fo, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin størstir.
  6. in.fo Archived 2015-10-12 at the Wayback Machine, Fyrst á fólkating – so í løgtingið.
  7. kvf.fo, Løgmaður tekur ongar avleiðingar av ósigrinum.
  8. "Dronningerunden begynder klokken 14". viborg-folkeblad.dk. 19. juni 2015. http://viborg-folkeblad.dk/politik/dronningerunden-begynder-klokken-14. [deyð leinkja]
  9. Ritzau (22. juni 2015). "Løkke skal forsøge at danne borgerlig flertalsregering". sn.dk. http://sn.dk/Folketingsvalg-2015/Loekke-skal-forsoege-at-danne-borgerlig-flertalsregering/artikel/497068. 
  10. Ritzau (19. juni 2015). "Første forsøg: Løkke prøver at danne flertalsregering". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/nyheder/politik/danskpolitik/foerste-forsoeg-loekke-proever-at-danne-flertalsregering/5615768. 
  11. Ritzau (21. juni 2015). "Løkke opgiver at danne en flertalsregering". Jyllandsposten. https://jyllands-posten.dk/politik/ECE7813279/L%C3%B8kke-opgiver-at-danne-en-flertalsregering/. 
  12. Johan Blem Larsen (21. juni 2015). "Løkke opgiver flertalsregering". DR. http://www.dr.dk/nyheder/politik/valg2015/Artikler/2015/06/21/164448.htm. 
  13. 13.0 13.1 Ritzau (21. juni 2015). "Lars Løkke opgiver at danne flertalsregering". Information. http://www.information.dk/telegram/537288. 
  14. Maja Lærke Maach (22. juni 2015). "Om igen: Løkke går til dronningen med to kort på hånden". DR. http://www.dr.dk/Nyheder/Politik/Valg2015/Artikler/2015/06/22/071129.htm. 
  15. David Attardo (22. juni 2015). "Efter dronningerunden: Løkke har bolden - her er mulighederne". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/nyheder/politik/danskpolitik/efter-dronningerunden-loekke-har-bolden-her-er-mulighederne/5618752. 
  16. Johan Blem Larsen (26. juni 2015). "Lars Løkke vil danne ren Venstre-regering". DR. http://www.dr.dk/Nyheder/Politik/Valg2015/Artikler/2015/06/26/205813.htm.