LinkFA-star.png Henda greinin er úrvalsgrein

Fólkaatkvøðan 14. september 1946

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Forsøgan[rætta | rætta wikitekst]

9. apríl 1940 varð Danmark hersett av Týsklandi. 12. apríl vórðu Føroyar hersettar av Bretlandi.

Meðan kríggið leikaði á, kundi einki politiskt samband vera millum Føroya og Danmark. Tí máttu føroyingar klára seg sjálvar undir krígnum.

25. apríl varð Merkið viðurkent av bretskum myndugleikum. 9. mai kom bráðfeingisstýrisskipan í gildi, sum gav Løgtinginum lóggávuvald og amtmanni útinnandi vald.

27. oktober 1945 varð kunngjørt í Dimmalætting, at Danmark varð fríðað og at danska stjórnin hevði góðkent, at Føroyar høvdu verið stýrdar eftir serligum reglum undir krígnum.

Síðani fóru samráðingar fram millum umboð fyri Løgtingið og donsku stjórnina í Danmark um framtíðarstøðu Føroya. Eftir mánaðalangar samráðingar kláraðu føroyingar ikki at semjast innanhýsis, og enn minni at semjast við donsku stjórnina. Danska stjórnin gjørdi tó eitt uppskot um eina heimastýrisskipan.

Fólkaatkvøðan[rætta | rætta wikitekst]

9. mai 1946 samtykti Løgtingið at leggja málið út til fólkið. Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmark og Føroya millum?

Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Tó skal viðmerkjast at fólkafloksmenn, sum ynsktu fleiri punkt at velja millum, heittu á fólk um at skriva nei útfyri punkt eitt, um tey ikki ynsktu tað. Javnaðarmenn somuleiðis viðvíkjandi øðrum punkti.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Fólkaatkvøðan var hildin 14. september 1946, og var úrslitið hetta:

Pkt 1 Pkt 2 Ógyldugar Tils. Valrætt Luttøka
Norðoyggjar 398 28,1% 954 67,3% 65 4,6% 1.417 2.220 63,8%
Eysturoy 1.372 54,4% 1.051 41,6% 101 4,0% 2.524 3.854 65,5%
Norðstreymoy 544 45,2% 621 51,6% 38 3,2% 1.203 1.679 71,6%
Vágarnar 434 40,0% 616 56,7% 36 3,3% 1.086 1.485 73,1%
Suðurstreymoy 673 31,7% 1.309 61,7% 138 6,5% 2.120 3.323 63,8%
Sandoy 286 36,5% 465 59,4% 32 4,1% 783 1.053 74,4%
Suðuroy 1.783 71,6% 640 25,7% 68 2,7% 2.491 3.602 69,2%
Tilsamans 5.490 47,2% 5.656 48,7% 478 4,1% 11.624 17.216 67,5%


-

Eftirspæl[rætta | rætta wikitekst]

Eftir at úrslitið varð kunngjørt fór ein meiriluti av Løgtinginum at fremja loysingina, sum fólkið hevur samtykt, sambært meirilutanum. Jákup í Jákupsstovu varð tveittur úr Javnaðarflokkinum afturfyri at vera uppií meirilutanum.

23. september kunngjørdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, at teir mettu ætlaðu gerðirnar hjá Løgtingsmeirilutanum at vera lógarbrot, og at teir tí í mótmæli rýmdu úr tinginum.

25. september kunngjørdi amtmaður fyri Løgtinginum, at kongur hevði upployst tingið og útskrivað nýval. [1]

27. september skuldi tingfundur vera aftur. Men Fólkaflokkurin møtti ikki eftir at kongur hevði sent tingið heim. Jákup í Jákupsstovu møtti einsamallur.

8. november 1946 var nýtt løgtingsval. Gamli loysingarmeirilutin fekk 8 tingmenn meðan gamla andstøðan fekk 12.

Síðani fóru nýggjar samráðingar fram millum nýggja løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Hesar samráðingar endaðu við, at Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948. Sum mótmæli ímóti heimastýrislógini varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður á fundi 22. og 23. mai.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Stjórnarskipanarmálið 1946, Annfinnur í Skála. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1992.
  • Løgtingið 150. Hátíðarrit 3. Løgtingið, Tórshavn 2003.