Løgtingsvalið 1966

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið 1966 til Føroya Løgting varð hildið týsdagin hin 8. november 1966, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1962.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnari, fekk tó ikki ein tingsess afturat, tí talið av løgtingslimum varð lækkað frá 29 til 26. Av teimum fýra flokkunum, sum høvdu afturgongd, mistu tríggir flokkar, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, hvør sær ein tingsess, men Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur.

Flokkur Atkvøður Prosent Tinglimir
1966 +/- 1966 +/- 1966 +/-
C - Javnaðarflokkurin 4 751 +590 27,0 -0,5 7 -1
B - Sambandsflokkurin 4 177 +1095 23,7 +3,4 6 0
A - Fólkaflokkurin 3 811 +743 21,6 +1,4 6 0
E - Tjóðveldisflokkurin 3 529 +248 20,0 -1,6 5 -1
D - Sjálvstýrisflokkurin 867 -25 4,9 -1,0 1 -1
F - Framburðsflokkurin 489 -185 2,8 -1,6 1 0
Totalt 17 624 100,0 26

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]