LinkFA-star.png Henda greinin er úrvalsgrein

Løgtingsvalið 2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Løgtingsvalið 2015
Føroyar
2011 ←
1. september 2015
→ 2019

Allir 33 sessir í Løgtinginum
17 tinglimir fyri meiriluta
Atkvøtt 88,8%
  Størsti flokkur Næststørsti flokkur Triðstørsti flokkur
  Aksel V Johannesen 2012.jpg Hogni hoydal.jpg Jorgen Niclasen (2).jpg
Formaður Aksel V. Johannesen Høgni Hoydal Jørgen Niclasen
Flokkur Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Fólkaflokkurin
Siðsta val 6 sessir, 17,8% 6 sessir, 18,3% 8 sessir, 22,5%
Tingsessir áðrenn valið 5 6 9
Sessir vunnir 8 7 6
Broyting í tingsessum Increase3 Increase1 Decrease3
Atkvøður 8.093 6.691 6.102
Prosent 25,1% 20,7% 18,9%
Munur í prosent Increase 7,3% Increase 2,4% Decrease 3,6%

  Fjórðstørsti flokkur Fimtstørsti flokkur Sættstørsti flokkur
  KajLeoJohannesen crop.jpg PoulMichelsen-wcm-2.PNG Jenis av Rana 1.PNG
Formaður Kaj Leo Johannesen Poul Michelsen Jenis av Rana
Flokkur Sambandsflokkurin Framsókn Miðflokkurin
Seinasta val 8 sessir, 24,7% 2 sessir, 6,3% 2 sessir, 6,2%
Tingsessir áðrenn valið 9 1 2
Tingsessir vunnir 6 2 2
Broyting í tali av tingsessum Decrease 3 Increase1 Steady
Atkvøður 6.046 2.241 1.779
Prosent 18,7% 7,0% 5,5%
Munur í prosent Decrease 6,0% Increase 0,7% Decrease 0,7%

  Sjeyndistørsti flokkur
  J.skorheim.PNG
Formaður Jógvan Skorheim
Flokkur Nýtt Sjálvstýri


Síðsta val 1 sessir, 4,2%
Tinglimir áðrenn valið 1
Tingsessir vunnir 2
Broyting í tali av tingsessum Increase1
Atkvøður 1.290
Prosent 4.1%
Munur í prosent Decrease 0,1%

Sitandi Løgmaður

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin

Løgmaður

Aksel V. Johannesen
Javnaðarflokkurin

Valevni frá øllum 7 flokkum á valfundi í Trongisvági 25. august 2015. Frá vinstru: Kári P. Højgaard (D), Jákup Suni Lauritsen (H), Kristin Michelsen (C), Páll á Reynatúgvu (E), Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A), Hanna Jensen (F) og Magni Laksáfoss (B).
Valplakatir áðrenn løgtingsvalið 2015

Løgtingsvalið 2015 til Føroya Løgting varð týsdagin hin 1. september 2015. Táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2015. Úrslitið av valinum var, at andstøðan vann valið, samgongan tapti. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 tinglimum, tveir fleiri enn á valinum í 2011. Tjóðveldi fekk 7 tinglimir, ein fleiri enn í 2011, Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini ein tinglim afturat. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mistu tveir limir hvør, Miðflokkurin varðveitti sínar tveir tinglimir, tað sama gjørdi Framsókn. Kaj Leo Holm Johannesen vildi ikki leggja frá sær sama kvøld, sum valið var, men seinnapartin dagin eftir, legði hann frá sær sum løgmaður og gav rættin til at skipa nýggja samgongu víðari til Aksel V. Johannesen.[1]

Veljarakanningar[rætta | rætta wikitekst]

Undirtøka:

Kelda:
A B C D E F H
Gallup 31. august 2015[2] 18,2 % 19,0 % 22,9 % 3,1 % 19,4 % 10,6 % 6,8 %
Fynd 31. august 2015[3] 20,4 % 19,2 % 19,3 % 5,9 % 16,5 % 11,2 % 7,4 %
Fynd 28. august 2015[4] 20,8 % 19,6 % 21,3 % 4,9 % 18,0 % 8,7 % 6,7 %
Fynd 20. august 2015[5] 18,3 % 21,1 % 21,3 % 4,2 % 17,6 % 11,7 % 5,9 %
Fynd 6. august 2015[6] 18,6 % 19,0 % 23,0 % 2,9 % 20,2 % 11,6 % 4,7 %
Fynd 6. marts 2015[7] 18,9 % 18,1 % 26,5 % 3,1 % 21,3 % 6,1 % 5,8 %
Gallup 5. december 2014[8] 18,9 % 17,4 % 28,3 % 3,2 % 21,3 % 5,4 % 5,5 %
Fynd 6. november 2014[7] 20,1 % 22,4 % 25,8 % 2,4 % 21,1 % 3,3 % 4,8 %
Gallup 5.–11. september 2013[9] 17,2 % 22,1 % 21,7 % 23,6 % 5,2 %
Løgtingsvalið 2011 22,5 % 24,7 % 17,7 % 4,2 % 18,3 % 6,3 % 6,2 %

Býti av løgtingslimum:

Kelda:
A B C D E F H
Gallup 31. august 2015[10] 6 6 8 1 6 4 2
Fynd 31. august 2015[11] 7 6 6 2 5 4 3
Fynd 28. august 2015[12] 7 6 7 2 6 3 2
Fynd 20. august 2015[13] 6 7 7 1 6 4 2
Fynd 6. august 2015[14] 6 6 8 0 7 4 2
Fynd 20.–21. apríl 2015[15][16] 5 6 9 1 6 4 2
Fynd 6. marts 2015[7][17] 6 6 9 1 7 2 2
Gallup 5. december 2014[8] 6 6 9 1 7 2 2
Fynd 6. november 2014[18] 7 7 9 0 7 1 2
Gallup 5.–11. september 2013[9] 6 7 7 1 8 2 2
Løgtingsvalið 2011 8 8 6 1 6 2 2

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

  • Atkvøðurætt: 36.458[19]
  • Upptaldar atkvøður: 32.374
  • Blankar/ógyldugar: 76/41
  • Valluttøka: 88,8%
Flokkar Atkvøður Tinglimir
Listar # ± # % ± % # ±
  AFólkaflokkurin 6 102 −781 18,9 −3,6 6 −2
  BSambandsflokkurin 6 046 −1 500 18,7 −6,0 6 −2
  CJavnaðarflokkurin 8 093 +2 665 25,1 +7,3 8 +2
  DNýtt Sjálvstýri 1 305 +15 4,1 −0,1 2 +1
  ETjóðveldi 6 691 +1 102 20,7 +2,5 7 +1
  FFramsókn 2 241 +308 7,0 +0,6 2 ±0
  HMiðflokkurin 1 779 −104 5,5 −0,7 2 ±0
32 374 100,0 33

Topp 10 í persónligum atkvøðum[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aksel V. Johannesen (JF) 2405
  2. Høgni Hoydal (T) 1149
  3. Sonja Jógvansdóttir (JF) 1021
  4. Jacob Vestergaard (FF) 966
  5. Annika Olsen (FF) 961
  6. Sirið Stenberg (T) 755
  7. Jørgen Niclasen (FF) 699
  8. Poul Michelsen (FS) 669
  9. Kristina Háfoss (T) 662
  10. Edmund Joensen (SB) 636

Landsstýrið verður skipað[rætta | rætta wikitekst]

Jógvan á Lakjuni.
Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org

Andstøðuflokkarnir vunnu løgtingsvalið við 19 tinglimum, meðan stjórnarflokkarnir fingu 14 limir. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 25,1% av atkvøðunum og eini framgongd á 7,3%, ið gav flokkinum 8 tinglimir. Formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, setti met í persónligum atkvøðum, hann fekk 2405 personligar atkvøður, ið er tað hægsta nakrantíð til eitt løgtingsval í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen hevði samráðingarrættin, men dagin eftir valið valdi hann at geva samráðingarrættin frá sær og fara frá sum løgmaður. Hann var tó virkandi løgmaður, til nýggjur løgmaður varð tilnevndur. Allir floksformenn fóru til samrøðu við løgtingsformannin Jógvan á Lakjuni og søgdu honum frá, hvønn floksleiðara ið teir peikaðu á. Allir uttan Jørgen Niclasen peikaðu á Aksel V. Johannesen til samráðingarleiðara, Jørgen Niclasen peikaði á Høgna Hoydal, meðan Høgni Hoydal ikki vildi peika á seg sjálvan.[20] Sambært Jørgen Niclasen tordi Høgni Hoydal ikki at gerast partur av eini fullveldissamgongu,[21] men sambært Høgna Hoydal var Jørgen Niclasen komin í síðstu løtu og hevði sagt, at hann vildi peika á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara, men hevði onki nevnt um nakra fullveldissamgongu. Høgni Hoydal segði, at flokkur hansara fór at halda vallyftið um at nú skuldu andstøðuflokkarnir stjórna Føroyum.

Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum[rætta | rætta wikitekst]

Teir fýra flokkarnir, ið sótu í andstøðu áðrenn løgtingsvalið: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fóru í samráðingar um nýtt landsstýri, og hesar samráðingar gingu gott til 9. september, tá ið Nýtt Sjálvstýri fór burturúr samráðingunum og segði, at flokkurin ikki vildi vera við longur. Høvuðsorsøkirnar vóru sambært floksformanninum Jógvan Skorheim, at flokkur hansara ynskti, at ætlanirnar um broytingar í hjúnabandslógini skuldu út til fólkaatkvøðu, men tað ynsktu hinir flokkarnir ikki. Sambært Skorheim ynsktu hinir flokkarnir at tað skuldi staðfestast í samgonguskjalinum, at hjúnabandslógin skuldi broytast, soleiðis at samkynd pør skuldu fáa loyvi at giftast borgarligt. Nýtt Sjálvstýri var heldur ikki á einum máli við hinar flokkarnar um kollveltandi broytingar í fiskivinnuni. Sambært Skorheim, ynsktu teir tríggir flokkarnir at allar fiskikvotur framyvir skuldu seljast á uppboðssølu, men tað vildi Nýtt Sjálvstýri ikki ganga við til.[22] Skorheim segði við tíðindini hjá Kringvarpinum, at tað serliga var Framsókn, ið Nýtt Sjálvstýri var ósamt við viðvíkjandi kollveltandi broytingum í fiskivinnuni.[23]

Atkvøðubýti eftir valstaði og flokki[rætta | rætta wikitekst]

Tað vóru 58 valstøð í Føroyum á løgtingsvalinum 2015, á løgtingsvalinum 2011 vóru 60 valstøð, bygdirnar Gásadalur og Bøur eru niðurløgd som valstøð, fólk hagani atkvøða nú í Sørvági. Størsti valstaður var Tórshavn, har ið 12.464 høvdu valrætt, Havnin telur eisini Hoyvík, men ikki Argir, ið hevur egnan valstað. Klaksvík var næststørsti valstaður, 3.606 høvdu valrætt har.

Styttingar:

Til ber at sortera í talvuni niðanfyri við at trýsta á pílarnar útfyri atkvøðurnar ella %, trýst tvær ferðir, um tú vilt hava hægta tal at standa ovast fyri ein ávísan flokk.

Valstaður FF
atkvøður
FF
%
SB
atkvøður
SB
%
JF
atkvøður
JF
%
NS
atkvøður
NS
%
T
atkvøður
T
%
FS
atkvøður
FS
%
MF
atkvøður
MF
%
Landsúrslit 6.102 18,9 6.046 18,7 8.093 25,1 1.305 4,1 6.691 20,7 2.241 7,0 1.779 5,5
Høvuðsstaðurin 1.655 13,5 1.769 14,4 3.322 27,0 248 2,0 3.179 25,8 1.451 11,8 678 5,5
Streymoy u/høv.st. 338 15,8 372 17,3 591 27,6 65 3,0 490 22,8 192 9,0 97 4,5
Eysturoy 1.462 18,5 2.147 27,2 1.461 18,5 581 7,4 1.305 16,5 403 5,1 537 6,8
Klaksvík 1.040 32,4 499 15,6 705 22,0 276 8,6 456 14,2 66 2,1 166 5,2
Norðoyar u/Klaksvík 285 38,2 93 12,4 135 18,1 43 5,8 114 15,3 22 2,9 55 7,4
Vágar 521 26,6 460 23,5 440 22,5 56 2,9 317 16,2 63 3,2 102 5,2
Sandoy 235 26,9 226 25,9 104 11,9 7 0,8 256 29,3 18 2,1 28 3,2
Suðuroy 566 18,1 480 15,4 1.335 42,7 29 0,9 574 18,4 26 0,8 116 3,7
Argir 195 14,6 207 15,5 366 27,5 26 2,0 306 23,0 153 11,5 80 6,0
Árnafjørður 15 41,7 4 11,1 2 5,6 1 2,8 10 27,8 0 0,0 4 11,1
Dalur 3 11,1 2 7,4 20 74,1 0 0,0 2 7,4 0 0,0 0 0,0
Eiði 73 16,2 86 19,1 80 17,8 22 4,9 129 28,7 25 5,6 35 7,8
Elduvík 3 23,1 3 23,1 6 46,2 0 0,0 1 7,7 0 0,0 0 0,0
Fámjin 8 10,7 19 25,3 29 38,7 0 0,0 19 25,3 0 0,0 0 0,0
Fossanes 91 35,4 37 14,4 48 18,7 10 3,9 38 14,8 3 1,2 30 11,7
Fuglafjørður 211 21,4 220 22,3 260 26,3 18 1,8 204 20,7 45 4,6 29 2,9
Funningsfjørður 9 20,5 2 4,5 9 20,5 2 4,5 12 27,3 5 11,4 5 11,4
Funningur 7 16,7 6 14,3 10 23,8 7 16,7 7 16,7 3 7,1 2 4,8
Giljanes 328 25,9 291 23,0 280 22,2 42 3,3 220 17,4 42 3,3 61 4,8
Gjógv 8 29,6 6 22,2 2 7,4 0 0,0 8 29,6 0 0,0 3 11,1
Gøta 213 28,9 124 16,8 136 18,5 43 5,8 117 15,9 63 8,5 41 5,6
Haldórsvík 7 5,6 19 15,2 56 44,8 12 9,6 13 10,4 15 12,0 3 2,4
Haraldssund 7 15,9 5 11,4 7 15,9 2 4,5 18 40,9 5 11,4 0 0,0
Hattarvík 6 50,0 0 0,0 2 16,7 1 8,3 3 25,0 0 0,0 0 0,0
Hellurnar 0 0,0 4 30,8 5 38,5 1 7,7 3 23,1 0 0,0 0 0,0
Hestur 1 6,7 3 20,0 6 40,0 0 0,0 4 26,7 0 0,0 1 6,7
Hósvík 21 10,1 38 18,4 67 32,4 8 3,9 39 18,8 21 10,1 13 6,3
Hov 8 11,3 14 19,7 38 53,5 2 2,8 7 9,9 1 1,4 1 1,4
Húsar 1 2,9 10 29,4 14 41,2 1 2,9 4 11,8 4 11,8 0 0,0
Húsavík 33 55,0 13 21,7 5 8,3 0 0,0 7 11,7 2 3,3 0 0,0
Hvalba 145 34,4 76 18,1 122 29,0 3 0,7 53 12,6 4 1,0 18 4,3
Hvalvík 65 21,2 72 23,5 75 24,5 9 2,9 48 15,7 20 6,5 17 5,6
Kaldbak 42 27,1 13 8,4 21 13,5 9 5,8 41 26,5 11 7,1 18 11,6
Kirkja 4 17,4 6 26,1 1 4,3 10 43,5 1 4,3 0 0,0 1 4,3
Klaksvík 1.040 32,4 499 15,6 705 22,0 276 8,6 456 14,2 66 2,1 166 5,2
Kollafjørður 132 21,7 111 18,2 168 27,6 11 1,8 122 20,0 41 6,7 24 3,9
Kunoy 3 6,4 4 8,5 17 36,2 5 10,6 15 31,9 1 2,1 2 4,3
Kvívík 31 8,9 76 21,8 103 29,5 10 2,9 87 24,9 34 9,7 8 2,3
Leirvík 125 22,4 110 19,7 120 21,5 19 3,4 110 19,7 37 6,6 37 6,6
Lopra 21 29,6 7 9,9 19 26,8 0 0,0 15 21,1 1 1,4 8 11,3
Mikladalur 11 34,4 0 0,0 4 12,5 2 6,3 12 37,5 1 3,1 2 6,3
Mykines 2 18,2 4 36,4 1 9,1 1 9,1 3 27,3 0 0,0 0 0,0
Nólsoy 19 13,6 14 10,0 39 27,9 1 0,7 38 27,1 23 16,4 6 4,3
Oyndarfjørður 12 11,4 28 26,7 23 21,9 8 7,6 21 20,0 8 7,6 5 4,8
Oyrarbakki 42 11,5 126 34,6 91 25,0 16 4,4 56 15,4 29 8,0 4 1,1
Porkeri 43 19,6 28 12,8 101 46,1 2 0,9 22 10,0 1 0,5 22 10,0
Runavík 355 19,5 528 29,1 215 11,8 306 16,9 159 8,8 58 3,2 195 10,7
Sandur 146 40,1 29 8,0 33 9,1 2 0,5 143 39,3 6 1,6 5 1,4
Sandvík 12 18,2 8 12,1 26 39,4 1 1,5 17 25,8 2 3,0 0 0,0
Skálabotnur 3 4,6 7 10,8 14 21,5 1 1,5 29 44,6 1 1,5 10 15,4
Skálavík 21 22,3 22 23,4 20 21,3 1 1,1 27 28,7 2 2,1 1 1,1
Skáli 58 13,5 119 27,7 104 24,2 36 8,4 64 14,9 15 3,5 34 7,9
Skopun 28 9,5 146 49,3 24 8,1 3 1,0 67 22,6 6 2,0 22 7,4
Skúvoy 4 12,1 14 42,4 2 6,1 1 3,0 10 39,3 2 6,1 0 0,0
Strendur 74 12,1 224 36,5 110 17,9 43 7,0 73 11,9 22 3,6 68 11,1
Sumba 17 10,0 20 11,8 70 41,2 5 2,9 56 32,9 0 0,0 2 1,2
Svínoy 8 38,1 3 14,3 2 9,5 1 4,8 6 28,6 0 0,0 1 4,8
Sørvágur 191 27,9 165 24,1 159 23,2 13 1,9 94 13,7 21 3,1 41 6,0
Tjørnuvík 2 3,9 6 11,8 23 45,1 4 7,8 11 21,6 3 5,9 2 3,9
Toftir 123 15,5 352 44,5 95 12,0 53 6,7 89 11,3 31 3,9 48 6,1
Tórshavn 1.460 13,3 1.562 14,2 2.956 26,9 222 2,0 2.873 26,2 1.298 11,8 598 5,5
Tvøroyri 168 14,5 111 9,6 669 57,6 12 1,0 150 12,9 12 1,0 39 3,4
Vágur 144 16,5 197 22,6 261 29,9 4 0,5 235 26,9 5 0,6 25 3,0
Velbastaður 18 9,6 20 10,6 33 17,6 1 0,5 87 46,3 24 12,8 5 2,7
Vestmanna 146 17,4 202 24,0 181 21,5 6 0,7 223 26,5 61 7,3 21 2,5
Viðareiði 139 57,7 24 10,0 38 15,8 10 4,1 7 2,9 8 3,3 15 6,2

Kelda: Løgtingsval 1. september 2015

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kaj Leo: Eg leggi frá mær fyri at virða valúrslitið
  2. http://portal.fo/veljarakanning+31aug.html
  3. http://kvf.fo/greinar/2015/08/31/folkaflokkurin-storstur-i-nyggjari-veljarakanning
  4. http://www.in.fo/news-detail/news/andstoedan-framvegis-meirilutan/
  5. http://kvf.fo/greinar/2015/08/20/si-grafikkin-her-er-nyggjasta-veljarakanningin
  6. http://kvf.fo/greinar/2015/08/06/javnadarflokkurin-verdur-storstur-flokkur#.VcOzI5WJjIV
  7. 7.0 7.1 7.2 Rana, Hallur av (3. mars 2015). "Veljarakanning: Samgongan stóra afturgongd". portal.fo. http://portal.fo/veljarakanning+samgongan+stora+afturgongd.html. Heintað 23. apríl 2015. 
  8. 8.0 8.1 Joensen, Jákup Bogi; Johannesen, Johnsigurd (5. desember 2014). "Samgongan missir - Javnaðarflokkurin størstur". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/greinar/2014/12/05/samgongan-missir-javnadarflokkurin-storstur. Heintað 23. apríl 2015. 
  9. 9.0 9.1 Johannesen, Johnsigurd (16. september 2013). "Veljarakanning:Samgongan hevði mist meirilutan". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/Archive_Articles/2013/09/16/veljarakanning-samgongan-hevdi-mist-meirilutan. Heintað 23. apríl 2015. 
  10. http://portal.fo/veljarakanning+31aug.html
  11. http://kvf.fo/greinar/2015/08/31/folkaflokkurin-storstur-i-nyggjari-veljarakanning
  12. http://www.in.fo/news-detail/news/andstoedan-framvegis-meirilutan/
  13. http://kvf.fo/greinar/2015/08/20/si-grafikkin-her-er-nyggjasta-veljarakanningin
  14. http://kvf.fo/greinar/2015/08/06/javnadarflokkurin-verdur-storstur-flokkur#.VcOzI5WJjIV
  15. Lindenskov, Eirikur (23. apríl 2015). "Veljarakanning:Skrædl hjá samgonguni". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/veljarakanning-skraedl-hja-samgonguni/?L=bxwunuabam.png&cHash=29af593b06451e7687bf5790458e1bf8. Heintað 23. apríl 2015. 
  16. Løwe, Beinta; Mohr, Bjarni (24. apríl 2015). "Samgongan missir meirilutan, Framsókn framgongd". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/greinar/2015/04/24/samgongan-missir-meirilutan-framsokn-framgongd. Heintað 25. apríl 2015. 
  17. Løwe, Beinta; Mohr, Bjarni (6. mars 2015). "Sambandsflokkurin størstu afturgongdina". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/greinar/2015/03/06/sambandsflokkurin-storstu-afturgongdina. Heintað 23. apríl 2015. 
  18. Løwe, Beinta (6. november 2014). "Samgongan missir meirlutan". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/greinar/2014/11/06/samgongan-missir-meirlutan. Heintað 24. apríl 2015. 
  19. kvf.fo - Løgtingsval 1. september 2015
  20. in.fo - Havi ikki vrakað eina fullveldissamgongu
  21. portal.fo - Høgni tordi ikki sjálvstýrissamgonguna
  22. in.fo - Nýtt Sjálvstýri trekt seg úr samráðingunum
  23. kvf.fo - Tí hevur Nýtt Sjálvstýri drigið í land, tíðindini kl. 8 hin 10. sep. 2015