Argir
Argir | |
Arge (danskt) | |
Býur[1] | |
Tórshavn og Argir.
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Tórshavnar kommuna |
Íbúgvar | 2.006 (2015)[2] |
Postnummur | FO-160 |
Markatal | - |
|
Argir er ein býur í Føroyum sunnanfyri fyri høvuðsstaðin Tórshavn í Suðurstreymoy. Navnið kemur frá navnorðinum ærgi. Eitt ærgi er eitt summarbit til neyt í haga, har fólk eisini vórðu hildin til. Av tí sama hava málfrøðingar skotið upp at nýnevna býin Ærgir.
Argir hevur verið partur av Tórshavnar kommunu síðani 1997, tá Argja kommuna legði saman við Havnina.
Fólkatalið var 2,006 í 2015.
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Í jarðarbókini frá 1584, ið skrivað er á donskum, verður bygdarnavnið stavað Arge. Elsta navnið, ið tingbøkurnar hava, er frá 1616, har verður navnið stavað: Argie. Schrøter, prestur, og N. Andersen, sorinskrivari, hava ikki dugað føroyskt mál, og tí hevði bygdin danskt navn. Seinni fekk bygdin navnið Argir.
Trúarlív
[rætta | rætta wikitekst]Í 1935 kom hitt fyrsta samkomuhúsið av sínum slagi í bygdini. Hetta var Hebron, sum fólk hiðani úr Brøðrasamkomuni lótu byggja. Henda samkoma hevur líka til henda dag havt kristiligar fundir, bíbliutímar og sunnudagsskúla, fyrst í gamla Hebron, so bygdu tey eitt nýtt í hús 1993.
Tá skúlin var bygdur í 1952, opnaðist eisini fyri kristiligum fundum í skúlastovuni.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltsliðið AB (Argja Bóltfelag) og róðrarfelagið Argja Róðrarfelag húsast á Argjum.
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Inni í Vika, fótbóltsvøllurin hjá Argja Bóltfelag.
-
Kort.
-
Fólkatalsfrøði.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Tórshavnar kommuna |
---|
Argir | Hestur | Hoyvík | Hvítanes | Kaldbak | Kaldbaksbotnur | Kirkjubøur | Koltur | Kollafjørður | Mjørkadalur | Nólsoy | Norðradalur | Oyrareingir | Signabøur | Sund | Syðradalur | Tórshavn | Velbastaður |