Suðurstreymoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Suðurstreymoy er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum sunnasti triðingurin av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð, soleiðis at allar bygdirnar við Kaldbaksfjørð hoyra til Suðurstreym. Á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal, soleiðis at Norðradalur og bygdirnar sunnanfyri verða roknaðar til Suðurstreym, meðan alt norðanfyri verður roknað til Norðurstreymoy. Allar bygdir í Suðurstreymoy hoyra í dag til Tórshavnar kommunu umframt bygdirnar við Kollafjørðin.