Velbastaður
| Velbastaður | |
| Velbestad (danskt) | |
| Bygd | |
Velbastaður | |
| Land | |
|---|---|
| Sýsla | Streymoya sýsla |
| Oyggj | Streymoy |
| Kommuna | Tórshavnar kommuna |
| Íbúgvar | 269 (Septembur 2025)[1] |
| Postnummur | FO-176 |

Velbastaður er gomul bóndabygd sunnarlaga á vestursíðuni á Streymoynni, millum Syðradal og Kirkjubø. Umleið 190 fólk búgva á Velbastað. Velbastaður er av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðan fyri bygdina oman móti sjóvarmálanum eru lutir, sum ivaleyst stava frá miðøldini, funnir, og nakað norðanfyri, í Fossdali, eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld.
Velbastaður hevur verið, og er framvegis, eyðkend landbúnaðarbygd. Har er eisini stórt eggvirki og sláturvirki til flogfenað í bygdini. Bygdin er í vøkstri, og tað sæst m.a. av, at skúlin verður munandi útbygdur, og nýggjur dagstovnur er bygdur. Livandi mentanin hevur sínar djúpu røtur á Velbastað, har tey longu í 1895 stovnaðu ungmannafelagið Sólarmagn, og hóast bygdin 1. januar í 2005 kastaði saman við Tórshavnar kommunu, verður stórur dentur lagdur á at varðveita bygdarumhvørvið.
Kend velbastaðfólk:
[rætta | rætta wikitekst]- Dánjal Pauli Danielsen, bóndi í Búðini, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin 1975 - 1981.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Tórshavnar kommuna |
|---|
| Argir | Hestur | Hoyvík | Hvítanes | Kaldbak | Kaldbaksbotnur | Kirkjubøur | Koltur | Kollafjørður | Mjørkadalur | Nólsoy | Norðradalur | Oyrareingir | Signabøur | Sund | Syðradalur | Tórshavn | Velbastaður |

