Hvítanes
Hvítanes | |
Hvidenæs (danskt) | |
Bygd | |
Hvítanes 1899
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Tórshavnar kommuna |
Íbúgvar | 105 (2015)[1] |
Postnummur | FO-187 |
Markatal | - |
|
Hvítanes er ein niðursetubygd á eystursíðuni á Streymoynni sunnanfyri Kaldbaksfjørð og út móti Tangafirði. Ein orsøkin til at fólk settust her, var til at bøta um sambandið millum Eysturoynna og Streymoynna. Um 96 fólk búgva á Hvítanesi. Hvítanes er niðursetubygd frá 1830unum. Niðursetumenninir komu flestir úr Kollafirði. Henda búseting er í skaldsøgusniði lýst í skaldsøguni "Hvørt við sínar náðir" eftir D. P. Danielsen. Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her.
Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð. Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn. Hvítanes hevur síðan kommunuvalið 1980 verið partur av Tórshavnar kommunu. Hvítanes er partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita.
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Úti á Hvítasandi á Hvítanesi er hvítur skelsandur. Staðarnøvnini Hvítanes og Hvítisandur koma uttan iva av hesum.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Hvítanes, faroeislands.dk
Coordinates: 62°2′41.64″N 6°46′20.64″W / 62.0449000°N 6.7724000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Tórshavnar kommuna |
---|
Argir | Hestur | Hoyvík | Hvítanes | Kaldbak | Kaldbaksbotnur | Kirkjubøur | Koltur | Kollafjørður | Mjørkadalur | Nólsoy | Norðradalur | Oyrareingir | Signabøur | Sund | Syðradalur | Tórshavn | Velbastaður |