Víkingaøld í Føroyum
Appearance
Víkingatíðin í Føroyum vardi frá at Grímur Kamban búsetti seg í Føroyum árið 825 og til Tróndur í Gøtu doyði í 1035 sum landsins seinasti víkingahøvdingi. Granskarar hava funnið fleiri húsatoftir eins og lutir frá hesum tíðarskeiði í søgu føroyinga.
Føroyar vóru kristnaðar av Sigmundi í ár 999. Kristindómurin var byrjanin til endan av víkingatíðini í Føroyum.