Jump to content

Tróndur í Gøtu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tróndur í Gøtu (føddur 945, deyður 1035 í Gøtu) eisini nevndur Tróndur Gøtuskegg ella Gøtutróndur var ein víkingahøvdingi í Føroyum. Hann er ein av teimum týdningarmiklastu persónunum í Føroyingasaga saman við Sigmundi Brestissyni og øðrum. Hann var ein av máttmiklastu monnum í Føroyum um tað mundi. Hann búði í Gøtu og var sonur Tórbjørn Gøtuskegg og Guðrun, sum var systir Svínoyar Bjarna.

Tróndar kredda:

Sum hon stendur í Færeyinga saga:

Gangat ek einn út,

fjórir mér fylgja

fimm Guðs englar;

ber ek bæn fyrir mér,

bæn fyrir Kristi;

syng ek sálma sjau,

sjái Guð hluta minn.


Sum hon stendur í Føroyinga søgu:

Gangi eg ei eina út,

fýra mær fylgja,

fimm Guðs einglar;

beri eg bøn fyri mær,

bøn fyri Kristi;

syngi eg sálmar sjey,

síggi Guð yvir luta mín.


Sum hon stendur í Sálmabókini:

Givnir eru einglar góðir,

ganga ei eg eina má,

ferðum mínum fylgja fróir

fagrir einglar Guði frá;

biði bøn eg, fyri Krist

bera mína bøn teir vist;

syngi sálm eg Guð at æra,

sær hann til mín lut at varða.