Jump to content

Víkingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Víkingar)
Víkingur

Heitið víkingur verður brúkt um norrønar ferðamenn í Víkingaøld, um mentanina hjá hesum norðbúgvum, um tíðarskeiðið, um sjálvar ferðirnar og um fólk, ið búgva í víkum. Víkingar voru týdningarmiklir leikarar í evropeiskari søgu.

Víkingur er eisini navnið á fótbóltsfelag í Eysturoy, sum er ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag.

Orðauppruni

[rætta | rætta wikitekst]

Upprunin av orðinum víkingur er ikki greiður. Flestu serfrøðingar eru tó samdir um at tað kemur av orðinum vík. Summir serfrøðingar halda at orðið upprunaliga hevur merkt virksemi í víkum. Seinni verður orðið samheiti við sjóferð. Ein víkingur er so einhvør ið fæst við slíkt virksemi ella býr í einari vík.

Í íslendingasøgum merkir at fara í víking tað sama sum at fara á sjóferð. Ein víkingur er ein sjómaður ella hermaður, ið er við á ferðini.

Í handritum úr miðøld, sum ikki eru skrivað av norðbúgvum, merkir víkingur sjórænari. Víkingar vóru kendir fyri síni álop á kleystur og kirkjur í víkingaøld, so tað er ikki løgið, um orðini víkingur og sjórænari av hesum eru vorðin samheiti.

Orðið er varðveitt í nútíðarføroyskum sum heiti fyri fólk, ið búgva í víkum. Dømi eru klaksvíkingur, hoyvíkingur og húsavíkingur. Orðið var eisini nýtt á henda hátt í víkingaøld av norðbúgvum sjálvum.

Víkingaøld

[rætta | rætta wikitekst]

Víkingaøld er heiti fyri eitt ávíst tíðarskeið í evropeiskari søgu frá um leið 750 til um leið 1050. Tíðarskeiðið byrjar við teimum fyrstu kendu álopunum í Bretlandi og endar við trúðarskiftinum frá Ásatrúnni til Kristindóm, tá Miðøld tekur við.

Stórur fólkavøkstur var í Norðurlondum hesa tíðina. Norðurlendsku kongsríkini Noreg, Danmark og Svøríki vórðu til. Mong fólk fóru um hav á ránsferðum, handilsferðum og at búseta seg í bygdum og óbygdum londum. Sambært Føroyingasøgu savnaði Haraldur Hárfagri Noreg í eitt ríki við tí úrsliti at stór mannfjøld flýggjaði vestur um hav.

Upp á tríggjar øldir megnaðu norðbúgvar, sum áðrenn víkingaøld ikki høvdu gjørt nógv um seg, at leggja Ongland undir seg, at koma til Grønlands og Ameriku og at leggja lunnarnar undir Russiska Ríkið.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið