Argja Róðrarfelag
Argja Róðrarfelag er stovnað 16. august 1982,[1] Argja Róðrarfelag er eitt av størstu kappróðrarfeløgum í Føroyum. Felagið heldur til við bátahylin úti á Argjum og eigur stórt róðrarneyst, sum ofta verður leigað út til tiltøk, veitslur o.a. Bátarnir hjá Argja róðrarfelag eru reyðir við ljósabláum stokkum og hava drekastevni.[2]
Í 2010 vann Argja Róðrarfelag trý FM heiti: Í barnaróðrinum bleiv Teistin við smágentum nummar eitt, 5-mannafarið Blikur við dreingjum varð nummar eitt, eins og 8-mannafarið Argjabáturin eisini bleiv nummar eitt. Felagið fær eitt nýtt 6-mannafar og eitt nýtt 8-mannafar til FM kappróðurin 2011.[3] Argja Róðrarfelag er næst mest vinnandi felagið, tá hugsað verður um FM heitið. Í 2015 hevði Argja Róðrarfelag vunnið 26 FM heitið. Havnar Róðrarfelag hevði vunnið 63 FM heitið í tíðarskeiðnum 1973-2015.[4] Í sama tíðarskeiði var Argja Róðrarfelag nummar trý, tá talan er um mest vinnandi bátar, gull, silvur og bronsu heiðursmerki. Frá 1973 til juli 2015 hevur Argja Róðrarfelag 141 gull, 133 silvur og 133 bronsu heiðursmerki. Áttamannafarið hjá Argja Róðrarfelag, Argjabáturin, er tað áttamannafarið sum hevur vunnið flest FM heiti, í 2015 hevði báturin vunnið 13 FM heitið.[5] og er komi ájavnt við Havnarbatin ið somuleiðis hevur vunnið 13 Fm heiti
Føroyameistaraheitið
[rætta | rætta wikitekst]- Blikur hevur vunnið FM heitið 9 ferðir: 5-mannafør dreingir vunnu FM 1985, 88, 89, 2004 og 2010. 5-mannafør gentur vann FM heitið í 2005. 5-mannafør kvinnur vann FM heitið 1984, 1986 og 2004.
- Lómur, 6-mannafar menn hevur vunnið FM einaferð, tað var í 2012. har hann vann allar róðrarnar
- Argjabáturin, 8-mannafar, hevur vunnið FM heitið 13 ferðir frá 1982 tað gjørdi hann í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004, 2009, 2010, 2011, 2013, 2015 , 2018 og 2019
- Drekin Reyði hevur vunnið FM 1 ferð í 2014 og nr 2 í 2015
Bátar
[rætta | rætta wikitekst]Bátarnir hjá Argja Róðrarfelag eru:
- Æðan, 5-mannafar (2017)
- Teistin, 5-mannafar (2024)
- Blikur, 5-mannafar (2018)
- Lómur, 6-mannafar (2014)
- Argjabáturin, 8-mannafar[6] (2021)
- Kongavarðin, (Gamli Argjabáturin, 8-mannafar (2002)
- Drekin Reyði, 10 mannfar (2014)
Nevndin
[rætta | rætta wikitekst]- Róar Bergsson Johansen, formaður
- Jakku Guttusen, næstformaður
- Sólrun Johannesen, skrivari
- Heðin Olsen, nevndarlimur[7]
- Hannis Aabak, nevndarlimur
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]2004 var eitt gott ár hjá Argja Róðrarfelag. Tað árið var felagið kosið Ársins Róðrarfelag og vann heiðurin Ársins ítróttarbragd 2004, sum Dimmalætting skipaði fyri. Tað vóru lesararnir hjá blaðnum, sum kundu atkvøða fyri tí ítróttarfólki ella felag, sum tey hildu hevði uppiborið heiðurin.[8] Í 2011 vann Argja Róðrarfelag heiðurin Ársins Róðrarfelag 2011 og í bólkinum Besta áralag 2011 vann 8-mannafarið Argjabáturin hjá Argja Róðrarfelag. Heiðurin vann felagið á ársins Róðrar Gallaveitslu, sum var hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag.[9]
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
8-mannafør rógva kapp á Jóansøku 2010. Argjabáturin gjørdist nummer tvey, men vann FM heitið á Ólavsøku.
-
Kappróður á Jóansøku 2010. Blikur hjá Argja Róðrarfelag er reyði báturin í miðjuni. Hann gjørdist nummar tvey her, men vann FM heitið.
-
Lómur hjá Argja Róðrarfelag og Riddarin hjá Miðvágs Róðrarfelag rógva kapp á Eystanstevnu 2012. Lómur vann.
-
Manningin á Lómi, eftir at teir høvdu vunnið 6-mannafarsróðurin á Jóansøku 2012 og fingið heiðursmerki og steyp.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Sportal.fo, Argja Róðrarfelag 25 ár[deyð leinkja]
- ↑ Drekin.fo
- ↑ Sportal.fo, Nýggir bátar til Argja Róðrarfelag
- ↑ Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)
- ↑ Drekin.fo, Mest vinnandi bátarnir (1973-)
- ↑ Drekin.fo
- ↑ "AR.fo, Nevndin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-04-10. https://web.archive.org/web/20080410160403/http://www.ar.fo/index.php?pageid=3. Heintað 2011-01-04.
- ↑ Sportal.fo[deyð leinkja]
- ↑ Vagaportal.fo[deyð leinkja]
Útvortis ávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- AR.fo, heimasíðan hjá Argja Róðrarfelag Archived 2011-05-19 at the Wayback Machine