Dimmalætting
Appearance
Dimmalætting (Dimma) er eitt føroyskt tíðindablað, sum hevur verið útgivið síðan 1878.
Blaðið hevði í fyrstuni tvey nøvn, eitt føroyskt, Dimmalætting, eitt navn sum V. U. Hammershaimb var komin við, og eitt danskt Amtstidende for Færøerne. Eftir 1978 var navnið bert Dimmalætting.
Í apríl 2008 keypti Dimmalættingin allan partapeningin í Vinnuvitan, sum eisini eigur Vikublaðið og Forlagið á Deild. Dimmalættingin gjørdist við hesum størsta blaðhús á føroyska marknaðinum.
Í september 2013 gavst dagblaðið Dimmalætting við sínum virksemi, men 10. oktober 2014 kom blaðið út aftur, nú sum vikuskiftisblað hvønn fríggjadag.
Blaðstjórar
[rætta | rætta wikitekst]- 1878 - 1879 Lytje Lützen exam. jur.
- 1880 - 1882 Oliver Petræus Effersøe
- 1882 - 1885 Louis Bergh
- 1885 - 1886 H. C. Petersen
- 1886 - 1889 R. C. Effersøe
- 1889 - 1892 Jacob Johansen
- 1892 - 1893 Oliver Petræus Effersøe
- 1893 - 1894 Emil Bruun
- 1894 - 1900 Enok Daniel Bærentsen
- 1900 - 1901 Søren E. Müller
- 1901 - 1902 Chr. Heilskov
- 1902 - 1905 R. C. Effersøe
- 1905 - 1918 Oluf Skaalum
- 1918 - 1936 Poul Niclasen
- 1936 - 1981 Georg L. Samuelsen
- 1981 - 1995 Benny Samuelsen
- 1995 - 2001 Beate L. Samuelsen
- 1995 - 2002 Georg L. Petersen
- 2002 - 2007 Ingi Samuelsen
- 2007 - 2013 Árni Gregersen
- 2014 - 2015 Sveinur Tróndarson
- 2015 - 2019 Georg L. Petersen
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Jette D. Søllinge og Niels Thomsen: De danske aviser 1634 - 1989, bind 2, Odense 1989, s. 690-691
- Niels Thomsen og Jette D. Søllinge: De danske aviser 1634 - 1989, bind 3, Odense 1991, s. 693-694
- Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga 1852 - 2002; Forlagið Sprotin 2002
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Dimmalætting Archived 2020-11-01 at the Wayback Machine
- Dimmalætting - Um felagið Archived 2012-11-29 at the Wayback Machine