Vinnuvitan
Vinnuvitan (stovnað 2004) er føroyskt vikublað um føroyskt vinnulív til føroysk vinnulívsfólk og onnur við áhuga fyri vinnulívinum. Endamálið við Vinnuvitan er at kveikja og kanna vinnulívið. Vinnuvitan kemur út einaferð um vikuna.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Í juli 2007 keypti Vinnuvitan Vikublaðið, sum kemur ókeypis út í hvørt hús í Føroyum einaferð um vikuna [1][2].
Í apríl 2008 keypti Dimmalættingin Vinnuvitan og harvið eisini Vikublaðið og Forlagið á Deild.
Í desember 2008 boðaði Dimmalætting frá, at bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið ikki komu út aftur, tí bløðini góvu hall, og útlitini vóru sera ring júst tá, orsakað av fíggjarkreppuni, sum herjaði kring allan heimin.[3] Dimmalætting skrivar tó um føroyskt vinnulív, sum partur av blaðnum. Dimmalætting eigur og rekur heimasíðuna Vinnuvitan.biz, sum er heimasíðuskipan, har øll føroysk partafeløg (p/f) og smápartafeløg (sp/f) eru skrásett. Har ber til at finna fram til hvør ið er í teimum ymisku nevndunum, hvørji partafeløg eru hvar og so framvegis. Upplýsingarnir har eru tó ikki alment tilgongiligir uttan víðari. Fólk mugu tekna hald, fyri at brúka víðkaðu leitiskipanina.[4]
Áðrenn Dimmalætting keypti Vinnuvitan
[rætta | rætta wikitekst]Undir navninum Forlagið á Deild gav Vinnuvitan eisini Skipalistan og aðrar bøkur út [5].
Blaðstjóri: Óli á Deild Olsen
Søluleiðari: Eyðun Samuelsen
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.vinnuvitan.fo/news.asp?ID=1667
- ↑ http://www.vikublad.fo/show_news.php?id=4096[deyð leinkja]
- ↑ Simun.eu Vinnuvitan og Vikublaðið lata aftur[deyð leinkja]
- ↑ Vinnuvitan.biz, Um Vinnuvitan.biz
- ↑ "Archive copy". http://www.vinnuvitan.fo/ShowPage.asp?ID=96. Heintað 2007-10-15.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Vinnuvitan Archived 2016-09-27 at the Wayback Machine
- Vinnuvitan um felagið Archived 2007-10-13 at the Wayback Machine
- Vinnuvitan.biz