Sprotin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Sprotin er eitt bókaforlag við heimstaði í Vestmanna. Forlagið Sprotin hevur síðan fyrst í 1990'unum givið út ein hóp av føgrum bókmentum á føroyskum, eina mest týðingar, umframt einstakar lærubøkur í føroyskum. Oddamaður forlagsins er vestmenningurin Jonhard Mikkelsen.

Orðabøkur Sprotans[rætta | rætta wikitekst]

Frá 2010 til 2014 høvdu næmingar og lærarar í Føroyum ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans. Hetta var ein royndarskipan, og Mentamálaráðið fíggjaði tænastuna. Tann 1. januar 2015 gekk sáttmálin út, eftir at Mentamálaráðið hevði sagt sáttmálan upp og kravdi, at Kommunufelagið rindaði sín part. Næmingarnir mistu ókeypis atgongdina til orðabøkurnar, tá ið tey ikki vóru í skúla. Hetta hevði við sær nógv mótmæli, m.a. settu studentaskúlanæmingar úr Hoydølum og Suðuroynni seg í trappuna ein dag og mótmæltu. Í skúlanum á Oyrarbakka vóru næmingar í framhaldsdeidini ikki í skúla í ein dag fyri at mótmæla. Á Eysturskúlanum í Havn vóru mótmæli, og undirskriftir vóru savnaðar og handaðar borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen. Hann lovaði, at ein loysn fór at koma heilt skjótt.[1]

Orðabøkur Sprotans ókeypis til allan heimin[rætta | rætta wikitekst]

Tann 16. januar 2015 varð slóðbrótandi semja gjørd, tá ið Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotin gjørdu avtalu um, at allur heimurin fær ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans. Orðabøkurnar eru 13 í tali í 2014.[2]

Heilsan frá stjóra Sprotans til Føroya ungdóm[rætta | rætta wikitekst]

Tann 18. januar 2015 skrivaði in.fo, at Jonhard Mikkelsen, stjóri Sprotans, hevði eina heilsan til ungdómin á heimasíðu Sprotans. Greinin endurgav frá heimasíðuni m.a.:

»Ein heilsan til ungdómin
Málið hevur langar røtur og drúgva søgu.
Tað hevur lagað seg eftir tørvi og krøvum.
Tað hevur verið fjónað og kroyst.
Men tað hevur ikki latið seg kúga.

Áhugin og alskurin fyri okkara máli, vit síggja millum føroyskan ungdóm nú, man ikki vera sæddur áður.

At hesin hugburður skuldi hava so dyggiliga undirtøku er einki minni enn ein dreymur, ið nú er vorðin veruleiki.

Nýggja veruleikan hevur føroyskur ungdómur skapt við sínum hugburði til sín sjálvs. Við sama hugburði, sum hevur fingið ung fólk at bjóða umheiminum av í fótbólti, tónleiki, gransking hava tey kravt sín rætt at sleppa at arbeiða við sínum egna máli við teimum bestu amboðunum, tøk eru.

Málamboðini, vit høvdu til føroyskt fyrr, vóru ofta ússalig, og spurningur var, hvør ið tímdi at brúka orðabók. Tað vóru bara summi, ið tímdu at sita og blaða í gomlum og slitnum og ikki dagførdum bókum. Og summi vóru alt ov fá.

Í øllum stillum er ein kollvelting farin fram. Nú fara skúlanæmingar í verkfall fyri rættin at brúka orðabøkur. Tað man vera óhoyrt og boðar frá góðum.

Seinastu 10 árini er kollveltingin farin fram. Frá einari teldutøkari orðabók til fyribils 13, frá fyrsta brúkara til 20.000 og nú til allan heimin.

Í øllum stillum er ein kollvelting farin fram. Nú fara skúlanæmingar í verkfall fyri rættin at brúka orðabøkur. Tað man vera óhoyrt og boðar frá góðum.

Seinastu 10 árini er kollveltingin farin fram. Frá einari teldutøkari orðabók til fyribils 13, frá fyrsta brúkara til 20.000 og nú til allan heimin.

Tøkniliga standa netorðabøkurnar á sprotin.fo einki aftan fyri aðrar, og við einum stillum, tøkniligum sveipi hevur okkara mál fingið sæti millum tey meiri brúktu og tey mest brúktu málini í heiminum. Og vit varnast, hvussu ófatiliga væl tað stendur seg, hvussu alt kann verða sagt á okkara, hvussu smidligt tað kann vera.

Tøknin hevur verið okkara holli stuðul. Tøknin legði nú tað arbeiðið, ið fleiri ættarlið hava totast við í so mong tíggjutals ár, fyri eyguni á ungum føroyingum. Nú liggur allur hesin savnaði skattur fyri eygunum á øllum.

Endiliga kann føroyski ungdómurin, sum eigur arvin, og sum fer at eiga ábyrgdina, njóta ágóðan av hesum ókúgandi vilja til ikki at geva eftir og lata málið fara fyri bakka.

Tað hevur mangan staðið nógv á, men vit hava treiskast. Vit vóru um at kódna málsliga, men so fingu vit skriftmál og fóru at skriva, og so slapp málið inn í skúlan og inn í kirkjuna, og vit fingu føroyskt útvarp og fróðskaparsetur. Nú eru eingi mørk.

Ungu ættarliðini sita nú hugagóð og lesa og sprota.

Um stutta tíð fer alt hetta arbeiðið at síggjast aftur í nýggjum høvundum, greinaskrivarum, tíðindafólkum, yrkjarum, tí nú verður sátt, og vit fara at heysta væl.

Avmarkingar og grátt knarr eru broytt til hugaligt forvitni og nýfikni, sum eru bestu kveikar í málinum. At øll ódarvað sleppa at arbeiða við føroyskum er tað allarbesta, ið kundi henda okkara máli og okkara skúla. Nú fer at bragda.

At tit so íðin virkaðu fyri, at hetta varð veruleiki, takka vit á Sprotanum tykkum hjartaliga fyri.«

vinaliga Jonhard Mikkelsen, Sprotin"[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo - Heðin vil loysa Sprota-málið fyri allan heimin
  2. in.fo - Øll fáa nú fría atgongd til orðabøkur, skrivað hevur Eyðun Klakstein hin 16. januar 2015.
  3. in.fo - Gerið so væl: 13 netorðabøkur til tykkara, skrivað hevur: Eirikur Lindenskov, hin 18. januar 2015

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]