Mentamálaráðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mentamálaráðið er eitt av aðalráðunum í Føroyum. Ovasti politiski myndugleikin hjá Mentamálaráðnum er Mentamálaráðharrin. Stjórin í mentamálaráðnum verður nevndur aðalstjóri. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini Søvn Landsins (fyrr: Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn) og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya.[1]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. MMR.fo, Mentan

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]