Søvn Landsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Søvn Landsins varð sett á stovn 1. januar 2011. Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Listasavn Føroya er eisini partur av tilgongdini. Listasavnið er sjálvsognarstovnur, og kann tí ikki beinleiðis leggjast undir eitt av aðalráðunum.[1] Andras Mortensen er stjóri á Søvnum Landsins.

Virkisøkið[rætta | rætta wikitekst]

Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Søvn Landsins fevna um granskingarstovnarnar Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Harafturat eru eisini Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn partur av Søvnum Landsins.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Listinblogg.blogspot.com
  2. Gransking.fo, Søvn Landsins[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]