Aðalráð í Føroyum
Aðalráðini í Føroyum eru tey ráð, har politiski myndugleikin hevur sína umsiting. Talið av ráðum kann broytast alt eftir politiska viljanum. Onkuntíð verða tvey ella fleiri ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt ráð býtt sundur í tvey, sum t.d. tá Almanna- og Heilsuráðið bleiv býtt sundur í tvey nýggj ráð Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, og onkuntíð verða heilt nýggj ráð sett á stovn. Hetta hendir serliga, tá val júst hevur verið og samráðingar hava verið um býti av landsstýrissessum. Hvørt ráð hevur ein aðalstjóra og ein landsstýrismann ella kvinnu. Landsstýrisfólki er ovasti myndugleiki í ráðnum, síðan kemur aðalstjórin og so koma deildarleiðarar.
Aðalráðini 2008-2011
[rætta | rætta wikitekst]Stutt eftir løgtingsvalið í januar 2008, tá sonevnda CHE samgongan varð skipað, varð Uttanríkisráðið sett á stovn. Henda samgonga sat tó bert í fáir mánaðir. Eftir nógv umrøddu lásagøluna, sum førdi til at CHE samgongan fall, bleiv nýggj samgonga skipað á heysti 2008 við ABC flokkunum. Hendan nýggja samgonga býtti Almanna- og Heilsumálaráðið sundur í tvey aðalráð. Tey nýggju aðalráðini, sum vóru í tíðarskeiðnum 2008 - 2011 vóru hesi:
- Løgmansskrivstovan - Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans.[1]
- Innlendismálaráðið - Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum og er skipað í fýra fakøkir, lógarmál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál.[2]
- Fíggjarmálaráðið - Fíggjarmálaráðið er aðalráðið hjá landstýrismanninum í fíggjarmálum.
- Mentamálaráðið - Mentamálaráðið fyrisitur undirvísingarmál, gransking, mentamál, kirkjumál, loftmiðlar, ítrótt og annað frítíðarvirksemi.[3]
- Fiskimálaráðið - Fiskimálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í fiski- og landbúnaðarmálum.[4]
- Uttanríkisráðið
- Vinnumálaráðið - Málsøkini hjá Vinnumálaráðnum eru eitt nú: Alivinna, arbeiðsmarknaður, handil, roknskapir, samferðsla, loftferðsla, trygging, veterinermál, kunningartøkni, sjóvinna, ráðevni og rúsdrekkasøla.[5]
- Almannamálaráðið
- Almannaráðið er skipað í hesar deildir: Aðalskrivstovan og Almannapolitiska deildin. Harumframt eru deildir sum eru felags við Heilsumálaráðið.
- Heilsumálaráðið
- Heilsumálaráðið er skipað í hesar deildir: Aðalskrivstovan, Heilsupolitiskadeildin, Heilsbúskapardeildin. Harumframt eru deildir sum eru felags við Almannamálaráðið.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Tinganes.fo
- ↑ "IMR.fo, Innlendismálaráðið". http://imr.fo/index.asp?pID=%7BBF2E1E64-6B10-423E-A410-014F242A04EE%7D. Heintað 2011-10-28.
- ↑ MMR.fo, Um ráðið
- ↑ "Fisk.fo, Um okkum". http://fisk.fo/Default.aspx?ID=2399. Heintað 2011-10-28.
- ↑ "VMR.fo, Málsøki". http://www.vmr.fo/Default.aspx?ID=6868. Heintað 2011-10-28.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- AMR.fo, heimasíðan hjá Almannamálaráðnum
- HMR.fo, heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum
- FMR.fo, heimasíðan hjá Fíggjarmálaráðnum
- Fisk.fo, heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum
- Tinganes.fo, heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni
- IMR.fo, heimasíðan hjá Innlendismálaráðnum Archived 2014-01-10 at the Wayback Machine
- VMR.fo, heimasíðan hjá Vinnumálaráðnum
- MMR.fo, heimasíðan hjá Mentamálaráðnum
- MFA.fo, heimasíðan hjá Uttanríkisráðnum (Ministry of Foreign Affairs)