Føroya Landsskjalasavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroya Landsskjalasavn broytti í 2018 navn til Tjóðskjalasavnið[1].

Føroya Landsskjalasavn er ein almennur stovnur, sum varðveitir nærum øll skjøl, sum kunnu hugsast at hava áhuga antin nú ella í framtíðini. Millum annað goyma tey kirkjubøkur og lógarbøkur.

Høvuðsendamálið hjá Landsskjalasavninum er at savna, varðveita, skipa, lýsa og røkja søguligar keldur. Harafturat hevur Landsskjalasavnið eisini til endamáls at vegleiða stovnar, hvussu teir skipa og avhenda savnindini.

Orsøkin er, at hesar søguligu keldur eiga altíð at verða til taks fyri almenningi og myndugleika. Øll kunnu koma inn á Landsskjalasavnið og biðja um loyvi at síggja og arbeiða við savnindum okkara, til dømis kirkjubókum, fólkateljingum, manntalslistum og øðrum málum og protokollum.

Í 2011 var nýggjur almennur stovnur nevndur Søvn Landsins settur á stovn. Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rigmor, Dam (8. mars 2018). "Skjalasavnslógin og talgilda arkivið - 8. mars 2018". Mentamálaráðið. https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyriskvinnan/rodur-2018/skjalasavnslogin-og-talgilda-arkivid-8-mars-2018/. Heintað 10. oktober 2018. 
  2. Gransking.fo, Søvn Landsins[deyð leinkja]

Greinir[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]