Andras Mortensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Andras Mortensen í 2006

Andras Mortensen (føddur í 1960 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur og starvast sum stjóri á stovninum Søvn Landsins. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn hann gjørdist stjóri á Søvnum Landsins var hann landsantikvarur. [1] Andras skrivaði Phd. ritgerð um føroyska bátin við heitinum Hin føroyski báturin í 2001. Bókin var ein av føroysku bókunum, sum kom við til bókamessuna í Frankfurt í Týsklandi í oktober 2011.[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2000 - Hin føroyski báturin, Andras Mortensen, Føroya Fróðskaparfelag[3]

Virðisløn M.A. Jacobsensen[rætta | rætta wikitekst]

Andras Mortensen fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2002 í bólkinum Yrkisbókmentir. Hann fekk virðislønina fyri bók sína Hin føroyski róðrarbáturin.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FLB.fo, Andras Mortensen stjóri fyri Søvn Landsins
  2. Faroesebooks.com
  3. RitogRak.fo, Hin føroyski róðrarbáturin
  4. BBS.fo, Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2002 verður latin Andrasi Mortensen.