Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens
Virðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens hevur verið latin síðani 1958.
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.
Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein.
Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.
Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.
Innihaldsyvirlit
Hesi hava fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens gjøgnum árini[rætta | rætta wikitekst]
Áðrenn 1969[rætta | rætta wikitekst]
Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:
Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Leo, Jens Hákun (20. oktober 2016). "Heðin M. Klein fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið". portal.fo. http://portal.fo/hedin+m+klein+fekk+ma+jacobsens+virdislon+fyri+tad+ordid.html. Heintað 21. oktober 2016.
- ↑ BBS.fo, Nicolina Jensen Beder - Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011
- ↑ Samfundet-Sverrige-Faroarna.se, Nominerad till Nordiska rådets litteraturpris
- ↑ FaroeNature.net
- ↑ http://aktuelt.fo/grein/vida_besti_rithovundur
- ↑ BBS.fo, Birgar Johannessen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009
- ↑ BBS.fo, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009