Jump to content

Oddvør Johansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Oddvør Johansen f. 30. oktober 1941 í Havn er føroyskur rithøvundur og organistur, síðan 2007 hevur hon starvast sum organistur í Hoyvíkar kirkju. Hon er dóttir Verland Johansen, urgusmiður, ið hevur smíðað 20 orgul, ið standa í føroyskum kirkjum, og Ebbu Restorff úr Havn. Oddvør hevur fingið tríggjar føroyskar bókmentavirðislønir fyri ávikavist eina barnabók og tvær skaldsøgur. Hon er higartil (2013) fyrsta og einasta føroyska kvinnan, ið er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tað var fyri skaldsøguna Í morgin er aftur ein dagur, sum var tilnevnd í 2001. Hon vann ikki heiðurslønina.

Pápin var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør gekk 9 ár í skúla, var síðani arbeiðskona í eitt ár, fyri síðani at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hevur síðan 1987 búð í Føroyum.

  • 1982 Lívsins summar (skaldsøga)
  • 1983 Hundalív í Grindavági (barnabók)
  • 1988 Skip í eygsjón (barnaskaldsøga)
  • 1990 Bella Katrina (stuttsøgusavn)
  • 1993 Ein mamma er ein mamma (skaldsøga)
  • 1995 Á káta horninum (savn)
  • 1998 Í morgin er aftur ein dagur (skaldsøga)
    • 2009 Tider skal komme - týtt til nýnorskt hevur Lars Moa[1]
  • 2001 Tá ið eg havi málað summarhúsið (skaldsøga)
  • 2004 Sebastianshús (skaldsøga)
  • 2006 Úr køksvindeyganum (stuttsøgur og hugleiðingar)
  • 2015 - Svanarnir syngja (stuttsøgur, endurminningar og hugleiðingar)[2]

Bókmentavirðislønir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "energica.no". https://www.energica.no/_skj%C3%B8nnlitteratur/romaner/tider-skal-komme-oddv%C3%B8r-johansen-9788251302210. Heintað 2014-11-22. 
  2. "in.fo - Oddvør við nýggjum søgusavni". http://www.in.fo/news-detail/news/oddvoer-vid-nyggjum-soegusavni/. Heintað 2015-12-09. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]