Jump to content

Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum á nærum hvørjum ári síðani 1985. Higartil hava tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb (tilnevndur frá Danmark) og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014.[1] Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016, Gunnar Hoydal tríggjar ferðir: 1989, 1993 og 2010, Jens Pauli Heinesen tvær ferðir: 1987 og 1995 og Hanus Kamban tvær ferðir: 2003 og 2012. Tvær føroyskar kvinnur hava verið tilnevndar higartil, tað var í 2001, tá Oddvør Johansen var tilnevnd og í 2015, tá ið Sólrún Michelsen varð tilnevnd.

Tilnevningar

[rætta | rætta wikitekst]
* Fekk virðislønina
Carl Jóhan Jensen, tilnevndur 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016
Hanus Kamban, tilnevndur 2003 og 2012
ÁrRithøvundurBókSlag av bókmentum
1985Regin DahlEftirtorvYrkingar
1986Rói PaturssonLíkasum*Yrkingar
1987Jens Pauli HeinesenLeikur tín er sum hin ljósi dagurSkaldsøga
1988Jóanes NielsenTjøraðu plankarnir stevna inn í dreyminYrkingar
1989Gunnar HoydalHús úr ljóðiYrkingar
1991Carl Jóhan JensenHvørkiskynYrkingar
1993Gunnar HoydalUndir SuðurstjørnumSkaldsøga
1994Jóanes NielsenKirkjurnar á havsins botniYrkingar
1995Jens Pauli HeinesenBláfelliSkaldsøga
1996Tóroddur PoulsenReglurProsa
1998Carl Jóhan JensenTímar og rekYrkingar
1999Jóanes NielsenPenturYrkingar
2001Oddvør JohansenÍ morgin er aftur ein dagurSkaldsøga
2002Tóroddur PoulsenBlóðroyndirYrkingar
2003Hanus KambanPílagrímarStuttsøgur
2004Jóanes NielsenBrúgvar av svongum orðumYrkingar
2005Tóroddur PoulsenEygnamørkYrkingar
2007Carl Jóhan JensenÓ – søgur um djevulsskapSkaldsøga
2008Carl Jóhan JensenSeptember í bjørkum sum kanska eru bláarYrkingar
2009Tóroddur PoulsenRotYrkingar
2010Gunnar HoydalÍ havsins hjartaSkaldsøga
2011Tóroddur PoulsenÚtsýniYrkingar
2012Hanus KambanGullgentanStuttsøgur
2013Jóanes NielsenBrahmadellarnirSkaldsøga
2014Tóroddur PoulsenFjalirYrkingar
2015Sólrún MichelsenHinumegin er marsSkaldsøga[2]
2016Carl Jóhan JensenEg síggi teg betur - í myrkriSkaldsøga[3]
2017Sissal KampmannSunnudagslandYrkingar[4]
  1. Norden.org, Nominerede 1962-2012
  2. "in.fo - Sólrún Michelsen í uppskoti til Norðurlendska virðisløn". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-19. https://web.archive.org/web/20150219170925/http://www.in.fo/news-detail/news/solrun-michelsen-i-uppskoti-til-nordurlendska-virdisloen/?L=%2525252Fproc%2525252Fself%2525252Fenviron&cHash=d84b3717092ff1d1f0c506ee94128ecb. Heintað 2015-02-19.
  3. norden.org - Carl Jóhan Jensen: Eg síggi teg betur í myrkri
  4. Kunoy, Annika (23. februar 2017). "Sissal Kampmann tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønirna". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-02-23. https://web.archive.org/web/20170223214649/http://www.in.fo/news-detail/sissal-kampmann-tilnevnd-nordurlendsku-bokmentavirdisloenirna/. Heintað 23. februar 2017.