Tóroddur Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tóroddur Poulsen (føddur 15. oktober 1957 í Havn) er yrkjari, rithøvundur, listamaður og tónleikari. Tóroddur Poulsen er helst Føroya virknasti yrkjari. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1992 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2013. Harumframt hevur hann verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Hann starvast sum rithøvundur og er búsitandi í Keypmannahavn. Tóroddur hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Stílurin er rættiliga ymiskur, stundum prosakendur, stundum knappur og onkuntíð haikukendur. Í sínum yrkingum lýsir hann m.a. tann innara heimin, mótsetningar í samtíðini og moralin. Hann kann vera speirekandi og atfinningarsamur eins og kensluborin.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1984 - Botnfall (yrkingasavn)
  • 1986 - Fullir einglar (yrkingasavn)
  • 1988 - Heilagt kríggj (yrkingasavn)
  • 1989 - Innivist (yrkingasavn)
  • 1991 - Navn nam við navn (yrkingasavn)
  • 1992 - Villur (yrkingasavn)
  • 1993 - Eygu á bliki (yrkingasavn)
  • 1994 - Reglur (prosa)
    • 1997 - Regler (svensk útgáva)
    • 2006 - Regelwerk (týsk útgáva í "Von Inseln weiß ich...")
  • 1996 - Steðgir (yrkingasavn)
  • 1997 - Sót og Søgn (prosa)
  • 1998 - Standsninger (úrval av egnum yrkingum í danskari týðing) (yrkingasavn)
  • 1999 - Speispei spei (yrkingarsavn)
  • 2000 - Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí/vandet lyder som om nogen har drukket af det (yrkingasavn)
  • 2000 - Blóðroyndir (yrkingasavn)
    • 2002 - Blodprøver (Donsk útgáva)
  • 2001 - Villvísi (yrkingasavn)
  • 2002 - Royggj (yrkingasavn)
  • 2004 - Eygnamørk (yrkingasavn)
  • 2005 - Morgunbókin
  • 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer
  • 2007 - Rot
  • 2008 - Útvølir (Skaldsøga)
  • 2009 - Útsýni (yrkingar)
  • 2010 - Rend. (Yrkingar)
  • 2011 - Bræddur firvaldur. (Yrkingar)
  • 2012 - Heimvitisferðin. (Yrkingar)[1]
  • 2013 - Fjalir (Yrkingar)[2]
  • 2013 - Einglasuð. (Yrkingar)[3]
  • 2014 - Leyvið haldi eg / Løvet tror jeg, Edition After Hand, yrkingasavn á føroyskum og donskum[4]

Á donskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Udsyn - Útsýni. Digte. Torgard, 2011.
  • Øjenhuller = Eygnaholur.. Digte. Edition After Hand, 2010.
  • Stensætninger = Steinsetingar.. Digte. Edition After Hand, 2008.
  • Blodprøver. Digte. Edition After Hand, 2002.
  • Vandet lyder som om nogen har drukket af det.. Digte. Edition After Hand, 2000.
  • Standsninger. Digte. Politisk revy, 1998.[5]

Fløgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2003 s..v. Lot: Veðrið eigur orð
  • 2005 - Morgunbókin (yrkingasavn)
  • 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer (yrkingasavn)
  • 2007 s.v. Kaj Klein: Ùr maskinrúminum
  • 2008 Garasjuguð: rock against færøkitsch

Heiðurslønir og tilnevningar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. vencil.wordpress.com, Heimvitisferðin – eitt ummæli
  2. listinblog.blogspot.com, Fjalir - móttøka
  3. ms.fo
  4. "Aktuelt.fo, Tóroddur júst givið út nýtt yrkingasavn". http://aktuelt.fo/toroddur+just+givid+ut+nytt+yrkingasavn.html#.UwAEb_l_vUU. Heintað 2014-02-16. 
  5. Forlagettorgard.dk Tóroddur Poulsen
  6. Norden.org, De nominerede til Nordisk Råds litteraturpris 2014

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]