Jump to content

Ebenezer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ebenezer er navnið á samkomuhúsi hjá Brøðrasamkomuni í Niels Finsens gøtu í Havn. Navnið Ebenezer er hebraiskt og er tikið úr Sámuelsbók (1. Sám. 4:1 og 7:12) í Bíbliuni. Fyrsti salurin, Ebenezer, varð bygdur beint eftir 1900 og varð tikin í nýtslu 17. juli 1905. Hann varð í 1963 tikin niður og fluttur inn í Saltangará, har hann fekk navnið Berøa. Núverandi samkomubygningurin er tikin í brúk 6. september 1963 og fekk umfatandi ábøtur og umbygging í 2006. Áðrenn salurin Ebenezer varð bygdur í 1905 savnaðist samkoman í Sloans sali við Tinghúsvegin; tann salurin varð bygdur í 1879.

Nógv verður sungið í Ebenezer og fleiri kór eru. Í 2013 eru trý kór:[1]

Brúðarvígsla

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer var í 1978. Tað vóru Richard Schwartz Jacobsen og Anna Kjærbo, sum giftust. Tey høvdu fingið serloyvi til at verða vígd í salinum, og politiassistenturin Niclas Poulsen hevði fingið serloyvi frá fútanum at víga parið.

  1. Ebenezer.fo[deyð leinkja]
  • Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1 (1978)

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]