Jóanes Nielsen
Jóanes Sekjær Nielsen (5. apríl 1953 í Havn) varð føddur í Havn í 1953, og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav. Jóanes hevur roynt seg í fleiri, ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur. Fleiri av útgávunum hjá Jóanes Nielsen eru útkomnar í Danmark, m.a. skaldsøgurnar "Glansbílætasamlarnir" og "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum". Sjónleikurin "Eitur nakað land week-end?" og yrkingasøvnini "Pentur" og "Kirkjurnar á havsins botni" eru eisini útkomin á donskum.[1] Í desember 2012 gjørdi eitt av heimsins størstu forløgum, Random House, avtalu um at útgeva skaldsøguna Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen á øðrum málum, í fyrstu syftu skal hon gevast út á týskum. Hetta er fyrstu ferð at ein bók hjá einum føroyskum rithøvunda verður útgivin av so stórum forlagi.[2]
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1978 - Trettandi mánaðin (yrkingasavn)
- 1984 - Pinnabrenni til sosialismuna (yrkingasavn)
- 1985 - Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin (yrkingasavn)
- 1986 - Á landamørkum vaksa blomstur (stuttsøgusavn)
- 1987 - Naglar í jarðarinnar hús (yrkingasavn)
- 1991 - Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum (skaldsøga)
- 1992 - Gummistøvler er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne, Vindrose, Ebba Hentze týddi til danskt.
- 1993 - Kirkjurnar á havsins botni (yrkingasavn)
- 1994 - Undergroundting (greinasavn)
- 1998 - Pentur (yrkingasavn)
- 1999 - Sting, Vindrose, Ebba Hentze týddi til danskt.[3]
- 2003 – Sting (í norskari týðing eftir Lars Moa) ISBN 82-8104-007-6
- 1999 - Undergroundting 2 (greinasavn)
- 2002 - Eitur nakað land week-end ? (sjónleikur) vann Nordisk Dramatikerpris 2002.[4]
- 2005 - Hedder noget land weekend?, Ebba Hentze týddi til danskt.
- 2002 - Brúgvar av svongum orðum (yrkingasavn) tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2004.
- 2004 - Broer af sultne ord, Ebba Hentze týddi til danskt.
- 2007 - Bruer av svoltne ord, Lars Moa týddi til nýnorskt.
- 2005 - Glansbílætasamlararnir (skaldsøga)
- 2008 - Glansbilledsamlerne, Povl Skårup týddi til danskt, Torgard, ISBN 978-87-92286-04-8
- 2009 - Glansbildesamlarane, Lars Moa týddi til nýnorskt.
- 2013 - Glansmyndasafnararnir (á íslendskum, verður útgivin í mars/apríl 2013)
- 2021 - Les collectionneurs d'images, Inès Jorgensen týddi til franskt, La Peuplade, Chicoutimi (Québec, Kanada) 2021
- 2009 - Aftan á undrið (sjónleikur)
- 2011 - Brahmadellarnir (skaldsøga), Mentunargrunnur Studentafelagsins[5] Tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013.[6]
- 2012 - Brahmadellerne – en nordatlantisk krønike, Povl Skårup týddi til danskt, Torgard, 2012
- 2012 – Brahmadellane, Lars Moa týddi til nýnorskt. ISBN 978-82-93065-24-1
- 2016 – Die Erinnerungen,[7] Ulrich Sonnenberg týddi til týskt, btb Verlag, ISBN 978-3-442-75433-5
- 2012 - Tapet millum øldir (yrkingar)
- 2016 - Tapet mellem århundreder, Hugin Eide týddi til danskt, Torgard.
- 2016 - Bommhjarta (skaldsøga)[8]
Heiðurslønir, tilnevningar o.a.
[rætta | rætta wikitekst]Jóannes Nielsen hevur fimm ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013.
- 1984 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Pinnabrenni til sosialismuna
- 1988 – Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin
- 1994 – Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni
- 1999 – Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Pentur
- 2002 - Nordisk Dramatikerpris fyri Eitur nakað land week-end ?. Virðislønin var 50.000 krónur.[9]
- 2004 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Brúgvar av svongum orðum
- 2011 - Mentanarvirðisløn Landsins - virðislønin var á 150.000 kr.
- 2012 - Brahmadellarnir er tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2013[10]
- 2012 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri skaldsøguna Brahmadellarnir frá 2011. Virðislønin var á 35.000 kr.[11]
- 2013 – Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Brahmadellarnir.
- 2014 - Vann FMA virðisløn fyri Ársins tekstur fyri sangin Lívið er júst sum tað er, sum Jóanes Nielsen hevur yrkt og sum Kári Sverrisson hevur gjørt lag til og syngur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Politiken.dk
- ↑ Information.dk Færøsk forfatter får kontrakt med internationalt forlag
- ↑ Adlibris.com[deyð leinkja] Sting af Jóanes Nielsen
- ↑ Denstoredanske.dk
- ↑ MS.fo
- ↑ Norden.org De nominerede til Nordisk Råds Litteraturpris 2013
- ↑ "randomhouse.de". http://www.randomhouse.de/Buch/Die-Erinnerungen/Joanes-Nielsen/btb-Hardcover/e441360.rhd. Heintað 2015-12-10.
- ↑ "in.fo - 10 tær best umtóktu skaldsøgurnar í Býarbókasavninum". http://www.in.fo/news-detail/10-taer-best-umtoktu-boekurnar-i-byarbokasavninum/. Heintað 2017-06-13.
- ↑ Denstoredanske.dk Nordisk Dramatiker Pris
- ↑ Norden.org
- ↑ "Aktuelt.fo, Fýra listafólk heiðrað í dag". http://aktuelt.fo/grein/fyra_listafolk_fingid_heiurslonirnar. Heintað 2012-09-20.