Mentunargrunnur Studentafelagsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mentunargrunnur Studentafelagsins er eitt føroyskt bókaforlag við heimstaði í Føroyum (føroyskt V-tal), men ritstjórnin er í Keypmannahavn. Jógvan Isaksen, rithøvundi, er leiðari av forlagnum. Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var fyrsta yrkingasavnið hjá Janus Djurhuus, sum kom út í 1914 við heitinum Yrkingar. Tey fyrstu árini varð forlagið bara nevnt við navninum hjá studentafelagnum: Hitt føroyska Studentafelagið. Í 1957 verður Mentunargrunnur Studentafelagsins settur á stovn undir felagnum við tí høvuðsatliti at taka sær av bókaútgávu. Nøkur ár seinni verður hesin forlagsparturin fluttur heim til Føroya, har hann enn hevur innivist.[1] Mentanargrunnurin hevur givið út ein stóran part av bókmentum, sum eru komnar út á føroyskum øll hesi árini.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. MS.fo Um Mentunargrunnin

Ávísngar úteftir[rætta | rætta wikitekst]