Lars Moa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lars Kolbjørn Moa (føddur 1947) er ein norskur týðari og fyrrverandi lærari. Hann er útbúgvin lærari við eftirútbúgving í enskum og norðurlendskum málum, og var lærari í ungdómsskúlanum frá 1970. Moa er nevndarformaður í Ole Vig-fondinum, sum býtir út Ole Vig-virðislønina.

Moa hevur enduryrkt/týtt bøkur úr føroyskum til nýnorskt síðan 2003,[1] bæði barnabøkur, yrkingasøvn og skaldsøgur. Hann fekk heiðurslønina Målblomen frá Noregs Mållag í 2007 fyri sítt arbeiði við at gera føroyskar bókmentir meira kendar í Norra, serliga við at týða verk eftir rithøvundan Jóanes Nielsen.[2] Fyri hetta arbeiði varð hann eisini tilnevndur Kritikerprisen fyri bestu týðingina av Norsk kritikerlag í 2008.[3] Í 2011 varð hann heiðraður við Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts virðislønini fyri hansara arbeiði fyri at styrkja norskt-føroyskt samstarv. Í 2009 vóru fýra av bókatýðingunum hjá Moa givnar út.

Týðingar úr føroyskum til nýnorskt[rætta | rætta wikitekst]

  • Sting. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
  • Bruer av svoltne ord. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
  • Símun Sámal. Rithøvundur: Martin Næs.
  • Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
  • Det fins dei som tar månelys på alvor. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
  • Tider skal komme. Rithøvundur: Oddvør Johansen.
  • Dei kallar meg berre Hugo. Rithøvundur: Rakel Helmsdal.
  • Glansbildesamlarane. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
  • U-. Historier om djevelskap. Rithøvundur: Carl Jóhan Jensen.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. nrk.no - Færøyenes trønderske misjonær
  2. "nm.no - Målblome til Lars Moa". http://www.nm.no/tekst.cfm?path=10197,10201,10354&id=2291. Heintað 2014-11-22. 
  3. Kritikerlaget.no - Kritikerprisen for beste oversettelse - de nominerte