Jump to content

Martin Næs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Martin Næs (9. juli 1953 í Vági), fyrrverandi landsbókavørður, tónleikari og rithøvundur. Martin var føddur í Vági í 1953, men flutti til Havnar trettan ára gamal. Hann er útbúgvin bókavørður og er landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni. Martin hevur verið virkin innan mentanarlívið. Hann hevur m.a. verið nevndarlimur og formaður í Rithøvundafelag Føroya. Martin hevur givið út yrkingasøvn, barnabøkur, skaldsøgu og greinasavn. Eisini hevur hann týtt, serliga úr íslendskum máli. Hann lýsir m.a. náttúruna, barnalyndið og samskiftið millum menniskju. Yrkingarnar 8 og Bláur himmal eru úr savninum „Úr,“ sum kom út 1979.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1966 - Flutti til Havnar
  • 1970 - Realprógv í Havn
  • 1973 - Studentarprógv í Havn
  • 1978 - Prógv sum bókavørður í Keypmannahavn, flutti til Føroyar aftaná sum Landsbókavørur
  • 1979/81 - Arbeiðir á Byarbókasavninum í Havn
  • 1981/83 - Arbeiðir á Landsbókasavninum
  • 1983/85 - bókavørður, Amtsbókasafnið Akureyri og Barnaskóla Akureyrar
  • 1985/? - Arbeiðir á Landsbókasavninum
  • 1972 - Friður (yrkingasavn)
  • 1975 - Marran sigur S (yrkingasavn)
  • 1979 - Úr (yrkingasavn)
  • 1979 - Per og eg (barnabók)
  • 1981 - Færøsk litteratur - udvikling og vilkår (Danmarks Biblioteksskole)
  • 1984 - Símun Sámal (barnabók)
  • 1990 - Spell at sólin kom upp (barnabók)
  • 1990 - Torbjørg og kúgvin (barnabók)
  • 1990 - Tvey (skaldsøga)
  • 1995 - Hvør eigur flaggknappin ? (greinasavn)

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2005 - Kraks Blå Bog 2005/06, s. 875.