Rakel Helmsdal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal 2014 (cropped).JPG
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. sep 1966
Starv høvundur, barnabókahøvundur, yrkjari
Mál Føroyskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0003 5474 709X
VIAF 58363144
LCAuth n97044048
Commons Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal er fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager, men hevur búð meginpartin av lívi sinum í Havn. Tó hevur hon búð fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel er dóttir Guðrið Helmsdal. Hon hevur undirvíst í kreativari skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um dreingin Viktor Hugo Persson og myndabøkurnar um lítla og stóra skrímsl. Fýra bøkur eru komnar út um Hugo og ein við søgum úr Port Janua, har hann býr. Fyrsta bókin: Tey kalla meg bara Hugo, er týdd til norskt. Bøkurnar um skrímslini hevur Rakel skrivað saman við svenska rithøvundanum Kalle Güettler og íslendska myndprýðaranum og høvundanum Áslaug Jónsdóttir. Bøkurnar eru komnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Fraklandi, Finlandi, Spania og Noregi. Rakel Helmsdal hevur marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir. Hon var forkvinna í Rithøvundafelag Føroya 2009 til 2011.

Síðani 2009 hevur hon arbeitt burturav sum listafólk.

Bibliografi[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Stuttsøgur og yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1989 - Firvaldaseljarin (Brá)
  • 1989 - Dýpið (Brá, seinni umsett til norskt í Fysta ferda bort, Samlaget, 1993)
  • 1990(?) - Ferðandi í tíð og rúmd (ferðahugleiðing (Varðin 52))
  • 1993 - Delirium symphonica (yrking í Brá)
  • 1995 - Glámlýsi og mánalátur (Birting 1995, og Søgur úr Port Janua, BFL, 1996)
  • 1995 - Argantael (Ein varligur dráttur í tara, MFS, 1995)
  • 1993 - Køksgluggin (Barnablaðið nov. & des. 1993, myndir Edward Fuglø, og í Drekar og annað valafólk, BFL, 1998)
  • 1995 - Apríl (Søgur úr Port Janua, BFL, 1995, og Heiðin hind, Skúlabókagrunnurin, 1999)
  • 1996 - Skerdu vit veingir tínar, Ikaros? (Søgur úr Port Janua)
  • 2001 - Angi av ribes (Mjørki í heilum, BFL, 2001)
  • 2002 - Huldumjørkin (Vit lesa. Kom við (Skúlabókagrunnurin) 2002)
  • 2005 - Alioth ("Mín jólabók 2005", BFL)
  • 2006 - Fimm mans til eina kvartett (Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur, BFL 2006)
  • 2007 - Kvirra nátt ("Mín jólabók 2007", BFL)
  • 2008 - Ov nógv av tí góða - og eitt sindur afturat ("Mín jólabók 2008", BFL)
  • 2009 - Ongin inn ("Mín jólabók 2009", BFL
  • 2009 - Ringrás - 3 smátekstir til bók hjá Oggi Lamhauge
  • 2010 - Spitølsk í Elskar - elskar ikki
  • 2013 - Ljósareyðir UFO’ar (Mín jólabók 2013, BFL)
  • 2014 - Suð av ymsum ættum (Mín jólabók 2014, BFL)
  • 2015 - Akkurát um Klikk-Karl (Mín jólabók 2015, BFL)
  • 2016 - Út í vindin (Mín jólabók 2016, BFL)
  • 2017 - Tú ert púra svøk! (Mín jólabók 2017, BFL)
  • 2017 - 2 yrkingar í Vencil18
  • 2018 - 3 yrkingar í Varðanum 1, 2018
  • 2018 - Loftar tú mær? (Mín jólabók 2018, BFL)

Sjónleikir[rætta | rætta wikitekst]

  • 1988 – Nær kemur kavin?
  • 1989 – Ævinliga árið
  • 1989 – Brúsajøkul
  • 1996 – Kvarnareygað Purpurreyða
  • 1997 – 5 violettir flugusoppar
  • 1998 – Tá mánin setur og sólin rísur
  • 1999 – Vitavørðurin
  • 2000 – Sildrekin
  • 2002 – Gomul skuld[2]
  • 2011 – Revurin við silkiturriklæðinum
  • 2012 – Skrímslini
  • 2014 - Veiða vind
  • 2016 - Dansa so væl og leingi
  • 2017 - Skrímslalív

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2020: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
  • 2019: Miljuløtur tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2019: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award) 2017
  • 2018: Neyðars skrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2017: Neyðars skrímsl fekk Barna- og ungdómsvirðisløn Íslands
  • 2017: Hon, sum róði eftir ælaboganum fekk Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum á IBBY Honor List 2016
  • 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
  • 2014: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
  • 2013: Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bøkurnar og leikirnar Skrímslini og Veiða vind
  • 2013: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
  • 2013: Klandursskrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsbókavirðislønina Norðurlandaráðsins (Ísland tilvendi bókina).
  • 2012: Veiða vind tilnevnd Nordisk Børnebogspris
  • 2011: Skrímslahæddir tilnevnd Fjörðuverðlaun í Íslandi
  • 2009: Várferðin til Brúnna tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
  • 2008: Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm fyri Spitølsk
  • 2007 - Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki[3]
  • 2005 - Fekk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2004 - Dimmalim heiðursløn (Ísland) fyri Nei! segði lítla skrímsl
  • 1996 - Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo, Veiða vind
  2. Rit.fo
  3. Borgarbokasafn.is

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið