Jump to content

Guðrið Helmsdal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Guðrið Helmsdal Nielsen (26. februar 1941) er ein føroyskur rithøvundur, skald. Hon er móðir Rakel Helmsdal, rithøvunda. Guðrið búði í Føroyum tey fyrstu 12 árini, síðan flutti hon við foreldrum sínum til Danmarkar at búgva, og har búði hon til hon sum 26 ára gomul flutti heim aftur til Føroya.[1] Hon byrjaði at yrkja sum 13 ára gomul. Fyrstu yrkingar hennara, sum komu út alment, vóru prentaðar í føroyska tíðarritinum í Danmark, Oyggjaskeggi, í 1958.[2] Fyrsta yrkingasavn hennara Lýtt lot, sum kom út í 1963, var fyrsta modernistiska yrkingasavn á føroyskum og somuleiðis fyrsta yrkingasavn eftir eina kvinnu á føroyskum.[3] Annað yrkingasavn hennara Morgun í mars kom út í 1971 og er yrkt bæði á føroyskum og donskum.

Yrkingasøvn

[rætta | rætta wikitekst]

Ritgerðir o.a.

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1979 - Føroyskur dansur og vertskapur í Leynum (ritgerð)

Útgivið á øðrum málum enn føroyskum

[rætta | rætta wikitekst]
  • Færøske digte 1900–1971. 1971. (Danskt)
  • Færøysk lyrikk. 1974. (Nýnorskt)
  • Bränning och bleke. 1976. (Svenskt)
  • Regnbogastígur. 1981. (Íslendskt)
  • Rocky Shores. An Anthology of Faroese Poetry. Sett saman og umsett hevur George Johnston. Wilfion Books, Paisley 1981. (Enskt)
  • Modern Scandinavian Poetry - The Panorama of Poetry 1900–1975 in Eight Northern Countries. 1982. (Enskt)
  • Stjørnuakrar – Sternenfelder. Umsett hevur Anette Nielsen, kápumynd eftir Zacharias Heinesen. Projekte Verlag 2006, ISBN 3-86634-076-1 (Týskt).
  • Fýra yrkingar í Structo, sum er bretskt bókmentatíðarrit. Randi Ward hevur týtt yrkingarnar úr føroyskum og donskum til enskt, yrkingarnar eru hesar: “Fjarðakvirra”, “Morgunfjøll”, “Heystfjøll” og “Solnedgang”.[4] (Enskt)

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. MS.fo Guðrið Helmsdal
  2. "Nordicwomensliterature.net". http://nordicwomensliterature.net/da/writer/helmsdal-gu%C3%B0ri%C3%B0. Heintað 2012-12-14. 
  3. MS.fo Guðrið Helmsdal
  4. Vencil.wordpress.com Guðrið Helmsdal á enskum