26. februar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
<< Februar 2019 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28
MMXIX

26. februar er dagur 57 í árinum í gregorianska kalendaranum. 308 dagar eru eftir av árinum (309 dagar um skotár er).

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1658 - Friðaravtala í Roskilde. Eftir at Danmark hevði bjóðað Svøríki av í kríggj árið fyri, bað Danmark nú um friðaravtalu.
  • 1794 - Kongsslottið Christiansborg í Keypmannahavn brennur. Eftir einum samdøgri brenna bæði høvuðsslottið og slotskirkjan í grund. Tað eydnast at bjarga stórum parti av tí, ið inni var, men 70-80 fólk doyggja í bjargingararbeiðinum. Kongshúskið flytir eftir eldin til tað minna og lítillætna slottið Amalienborg.
  • 1815 - Napoleon Bonaparte flýggjar úr útlegdini á Elba, fer í land í Frankaríki og setir kósina ímóti París.
  • 1849 - Danska stjórnin sigur upp vápnahvíldina við Týskland. Vápnahvíld hevði verið síðani august árið fyri. Málið hjá stjórnini er at gjøgnumføra óbýtta sambandið hjá Slesvig við Danmark.
  • 1918 - Søgunnar higartil størsta ítróttarvanlukka hendir í Hong Kong á kapprenningarbreytini hjá Jockey Club, tá eitt hágólv dettur niður, og 604 fólk doyggja.
  • 1936 - Volkswagen letur upp sína fyrstu verksmiðju í Týsklandi.
  • 1952 - Winston Churchill boðar frá, at Ongland hevur framleitt sína egnu kjarnorkubumbu.
  • 1962 - Hægstirættur í USA boðar frá, at øll sløg av rasuskilnaði í almennum flutningstólum eru í stríð við grundlógina.
  • 1991 - Saddam Hussein boðar frá, at allar irakskar herdeildir verða tiknar aftur úr Kuveit.
  • 1993 - Bumbuspreinging í World Trade Center í New York City.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið