Bumbuatsókn í World Trade Centre

Bumbuatsókn í World Trade Center í 1993: New York City var fyri sínari fyrstu yvirgangsatsókn í 1993, tá ið sterk bumba sprongdist á bilstøðli niðast í World Trade Center á Manhattan. Bumban gjørdi stóran skaða, og húsini fyltust við royki heilt upp á 96. hædd. Hundraðtals fólk vórðu roykeitrað og mong runnu upp á tekjuna, haðan tyrlur flutti tey burtur. Tveir tímar vóru teir um at sløkkja eldin. Fimm fólk doyðu, og fleiri hundrað vórðu skadd [1]. Hetta var fyrsta slíka bumbuatsóknin í USA, og hon skelkaði alla tjóðina. Løgreglan helt, at muslimskir fundamentalistar høvdu lagt bumbuna sum hevnadaratgerð fyri amerikanska uttanríkispolitikkin í Miðeystri. FBI setti øll tiltøk í verk at taka tey seku. Og í 1995 vóru seks muslimskir arábar handtiknir og seinni funnir sekir í at hava lagt bumbuna [2]. Fólk stúrdu fyri, at bumbuartsóknin var byrjanin til meiri muslimskan yvirgang í USA.