Jump to content

Tyrlur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tyrlur 1922
Tyrluskrokkurin er úr nútímans metalsambræðingum og sterkum plasti. Ein av manningini verður loraður niður í bjargingarbátin.
HH-43 Huskie.

Tyrlan er fjølbroyttasta maskinan, ið er á flogi. Hon flýgur frameftir, aftureftir ella eftir lið. Hon kann eisini fara beint oppeftir og niðureftir ella bara hanga í sama stað. Tyrlan kann fara uppfrá ella seta seg og henni nýtist onga flogbreyt. Tí er hon hent, har ið illa er atkomandi og á sjónum. Eisini kann hon seta seg ovast á háhúsum. Tyrlur eru í nógvum støddum. Tann minsta er ætlað eittans fólki, og tann størsta kann sum einki lyfta ein lastbil.

Tyrlan hevur ein ella tveir tyrlar, sum fáa hana uppfrá, og sum seta ferð á frameftir. Úr tyrlisbløðunum kemur megin, sum fær tyrluna á flog. Tyrlisbløðini eru úr sterkum plasti. Ukreinski amerikamaðurin, Igor Sikorsky, bygdi VS 300 í Connecticut í 1939. Hetta var fyrsta tyrlan við einum tyrli, og síðan hava tyrlur líktst henni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið