Connecticut

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Connecticut.svg Seal of Connecticut.svg
Map of USA CT.svg
Land: Flag of the United States.svg USA
Alment mál: Enskt (de facto)
Høvuðsstaður: Hartford
Størsti býur: Bridgeport
Innlimað: 9 januar 1788
Guvernørur: Dannel Malloy (D)
Vídd: 14,357 km²
Íbúgvar (2010): 3 574 097
fyri km²: 249/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.ct.gov

Connecticut (enskt: State of Connecticut) er ein lutstatur í USA við umleið 3,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Hartford og størsti býurin er Bridgeport. Í 1788 bleiv Connecticut lutstatur í USA. Í norðri hevur Connecticut mark við Massachusetts, í eystri við Rhode Island, og í vestri við New York. Í suðri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Stjórnarskipansstaturin (enskt: Constitution State). Connecticut er eisini eitt av ríkastu lutstatum í USA.[1]

Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til landslutin Connecticut. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Bretlandi til USA fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt reint kristið samfelag. Í dag búgva 3,4 mió. fólk í Connecticut og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Connecticut er eitt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti New York, Massachusetts og Rhode Island. Connecticut er eitt av minstu londunum í USA, men har búgva umleið 3,5 mió. fólk. Montana er til dømis meiri enn 10 ferðir so stór sum Connecticut, men har búgva færri fólk (uml. 1 mió.). Fólkatættleikin á 285/km2 er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann stóra áin Connecticutá sker stakríkið í tvíningar. Størsta vatnið í Connecticut er í Litchfield- og Fairfield County. Tað verður nevnt Candlewood Lake. Størsti havnabýur er Bridgeport á eysturstrondini við Atlantshav. Hartford er høvuðstaður og aðrir stórir býir er New Haven, Stamford, Waterbury, Norwalk, Danbury, New Britain, Greenwich og Bristol. Samlaða støddin er 14,357 km2. Víddin er næstan tann sama sum hjá Montenegro (13,812 km2). Mount Frissell er hægsta fjall í statinum - 725 m.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]



Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/7511426.stm