Hartford
Appearance
| Hartford, Connecticut | |
|---|---|
| Flagg | Kort |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Stakríki: | |
| Grundlagdur: | 1635 |
| Vídd: | 46,8 km² |
| Íbúgvar (2018): | 122.587 |
| Heimasíða: | hartford.gov |
Hartford er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Connecticut.
Høvuðsstaðurin liggur næstan mitt í stakríkinum og samstundis miðskeiðis millum býirnar New York (í ein útsynning) og Boston (í ein landnyðing). Hartford hevði í 2018 meiri enn 122.500 íbúgvar.[1]
Býurin varð grundlagdur undir navninum Newtown í 1635-1636; men longu árið eftir, í 1637, fekk býurin nýtt navn og varð hann uppkallaður eftir Hertford í Hertfordshire í Onglandi.
Áin Connecticut River rennur tætt framvið býnum.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Tinghúsini hjá stakríkinum Connecticut
- Húsini hjá Harriet Beecher Stowe.
- Húsini hjá Mark Twain.
- Kirkjan hjá Trinity College
- Miðbýurin úr erva.
- Miðbýurin og Connecticut-áin.
- Í miðbýnum
- Gøta í miðbýnum
- Brúgv yvir um Connecticut-ánna.
Kend fólk
[rætta | rætta wikitekst]- Harriet Beecher Stowe, rithøvundur (1811-1896)
- Mark Twain, rithøvundur (1835-1910)
- Katharine Hepburn, sjónleikarinna (1907-2003)
- Gene Pitney, tónleikari og tónaskald (1940-2006)
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, hartford.gov
- Hartford, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 41°45′45″N 72°40′27″W / 41.76250°N 72.67417°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2018, census.gov


