Oregon
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Alment mál: | Einki |
| Høvuðsstaður: | Salem |
| Størsti býur: | Portland |
| Innlima: | 14. februar 1859 |
| Guvernørur: | Kate Brown (D) |
| Vídd: | 255,026 km² |
| Íbúgvar (2011): | 3,831,074 |
| fyri km²: | 13.76/km² |
| Tíðarzona: | UTC -8 / -7 / |
| Heimasíða: | www.oregon.gov |
Oregon (enskt: State of Oregon) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 3,8 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin kallast Salem og størsti býurin er Portland. Í 1859 bleiv hann lutstatur í USA. Í norðri hevur Oregon mark við Washington, í eystri við Idaho, og í suðri við Nevada og Kalifornia. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni hansara er Bævurstaturin (enskt: Beaver State). Eitt týdningarmikið náttúrutilfeingi er teir stóru skógirnir. Í skóginum vaksa nógv virðismikil sløg av viði. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk.
Hesin partur av landinum er albeittur av tjúkkum skógi. Skógi er nógv til av í Oregon, 48 % av statinum, rokna teir við.[1] Skógirnir eru vakrir, og viðurin verður brúktur í amerikanska byggiídnaðinum.
Innihaldsyvirlit
Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]
Stórir partar av bæði Oregon og Washington hoyra til nálaskógarøkið í USA. Í nálaskógarøkinum hevur skógarvinnan nógv at siga. Úr skógunum fæst ikki bara timbur, men eisini rávøra til pappírsídnaðin. Slakur helmingur av statinum er skógarlendi og skógur. Av skógarlendi eru uml. 95 % náttúruskógir, og hin parturin eru gróðursett øki.[3] Í skógarbrúki verða tey feld, tá tey ikki vaksa meira, og nýtt til m.a. pappír. Samstundis verður minst eitt nýtt træ gróðursett. Fyrr í tíðini floyttu tey timbrið oman eftir áunum til pappírsídnað og sagverk. Nú verður tað einamest flutt við lastbilum. Teir størstu skógirnir eru í Vestur-Oregon. Men landið er so stórt og oyðið, at tað er torført at flyta timbur og maskinur hagar, sum tað skal brúkast. Tí eru stór øki, ið framvegis eru órørd av mannahond.[4] Kendastu skógirnir eru Willamette, Deschutes, Malheur og Umatilla. Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Hægstu tindarnir eru Mount Hood 3429 m., Mount Jefferson 3199 m. og South Sister 3157 m. Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr Oregon og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika. Fram við vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í Føroyum, kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn.
Politikkur[rætta | rætta wikitekst]
Her ber til at fáa aktiva deyðshjálp. Lógin um aktiva deyðshjálp, eutanasi, varð sett í gildi í 1994.[5]
Tey seinastu 30 árini er eingin dømdur til deyða í Oregon, og hóast umleið 40 deyðadømd fólk sita í fongsli har, er eingin deyðadómur fullførdur síðani 1997.[6]
Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]
-
Trilliumvatn við Mt. Hood.
-
Skallaørn. Flogið er um tveir metrar. Hetta slagið er í skógunum í Oregon.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf
- ↑ http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf
- ↑ http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf
- ↑ http://www.fs.fed.us/pnw/publications/gtr525/gtr525a.pdf
- ↑ http://www.leg.state.vt.us/reports/05Death/Death_With_Dignity_Report.htm
- ↑ http://www.oregonlive.com/pacific-northwest-news/index.ssf/oregon_death_row.html
| Høvuðsstaðarøki |
| District of Columbia |
| Amerikanskir statir |
| Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming |
| Amerikonsk hjálond |
| Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar · Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj |